Kl. 20.00 stundisliga stongdi Karl Johansen, formaður í valstýrinum valhølini í KÍ-høllini, valluttøkan er tann sama sum við seinasta kommunuval fyri fýra árum síðani.
Tá hurðarnar vórðu afturlætnar, varð kunngjørt, at 293 brævatkvøður vórðu greiddar, ímeðan 2.689 fólk hava greitt atkvøðu í KÍ-høllini, sostatt hava 2.982 veljarar greitt atkvøðu í Klaksvík og r tað 85,15% av veljarunum, ella neyvt tað sama sum við seinasta val, tá 2.876 atkvøður vórðu avgreiddar sum svaraði til 85%.
Sagt verður her á valstaðnum, at vit skulu rokna við at uppteljingin verður liðug um kl. 21.30




