Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upsabátarnir rigga til

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani var Karlamagnus á Kósini og tók ís inn. Magnus Johansen, skipari segði, at teir nú fóru norður um at royna, sum hann skilti, so fró Havsbrún eisini um eina løtur.

Tað hevur viðrað so stak illa í seinastuni, at vit hava ongan túr fingið higartil í ár, minnist meg rætt, so fekk Havsbrún ein túr tíðliga í ár upp á á leið 8000 pund í tríggjar dagar.

Vit fara nú norðurum at royna eftir upsa, men eg haldi at vit føroyingar eru eitt sindur vánaligir tá tosað verður um stovnsrøkt. Tað er eingin ivi um, at upsin kemur at kantinum nú í gýtingartíðini og fer so hagani og eystur í Holið at gýta, og hetta er júst tíðin tað er loyvt at trola har í Holinum, úrslitið er at har liggja konstant einir 15-20 trolarar og fylla seg við upsa. Eg haldi vit áttu at fari eitt sindur betur um stovnin, kanska áttu teir heldur bert sloppi at brúkt flótitrol, tí tað er ein sannroynd at teir oyðileggja allar korallir á botninum. Eg minnist at har eysturi var ein koral, sum var 17 metrar høg, Esther plagdi at liggja har rundan um hana og væl plagdi bera til. Men síðani trolararnir komu er hon slættað við jørðina – segði Magnus Johansen, hugs tær til, einar 34 metrar høg. Eg haldi tað vera harmiligt at teir eru slopnir at hølava botnin har.