Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Upsarok norðanfyri

Oliver Joensen

Snellubátarnir hava fingið væl av upsa nú aftana fiskimannaverkfallið og jólahøgtíðina. Karlamagnus liggur í Ánunum og kryvur.
– Spell at tey ungu ikki hava hug til sjógvin, søgdu teir við ein munn

Snellubátarnir hava sum sagt verið í sonnum upsaroki norðanfyri. Í kvøld liggur Karlamagnus og kryvur norðuri í Ánunum. Teir hava roynt í tveir dagar, tríggir mans og hava fingið heili 30.000 pund av upsa.

Til stuttleika kann nevnast, at miðalaldurin er høgur, Magnus Johannesen, ið er formaður er 52 ára gamalur, Síðani er André Guttesen, 66 ár og Jóhan Ziska Høgnesen 59 ár.

Magnus Johannesen segði okkum at tað hevði staði á hondunum at draga, dagurin er sera stuttur nú, so roynt verður ikki so nógvar tímar hvønn dagin. Eisini var nógvur stórur upsi uppi í.

Tað er ringt at fáa fólk til útiróður ídag, og sigast má, at tað er spell at ikki fleiri ungir menn hava hug til slíkt.

Burðardygg er hendan veiðan eisini, vit hava helst brúkt einar 120 litrar av olju, til at fiska hesi 30000 pundini, legði Magnus smílandi afturat.

Fyri okkum, sum vóru á støð, var rættuliga hugaligt at síggja útróðrarbát liggja við brúnna og kryvja í góðveðrinum í kvøld. Rætt sum í gomlum døgum.

Harleywoodpaint