Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Barcelona á skeið um ílegur í Føroyum

Tíðindaskriv

Jordi Vinas er granskari úr Girona skamt uttanfyri Barcelona í Baskaralandinum. Hann er komin til Føroyar at luttaka á skeiðnum um ílegur og bioinformatik á Landssjúkrahúsinum. Jordi hevur serliga fingist við at granska í fiski, men er komin til Føroya á hetta skeiðið, tí honum tørvaði eitt gott skeið innanfyri mannaílegur, sum hann eisini ætlar at arbeiða við í framtíðini.

Føroyar hava stóran tørv  á førleikum innan fiskaílegur, so hvør veit, kanska er hetta byrjanin til eitt samstarv á hesum øki.

Ætlanin er at skipa javnan fyri altjóða íleguskeiðum í Føroyum. Men júst hesi skeið, sum eru í hesum døgum hava bert verið ætlað føroyskum luttakarum, men tá Jordi sá skeiðslýsingina á heimasíðuni hjá European Bioinformatic Institute setti hann seg í samband við FarGen fyri at sleppa við, hóast tað stóð at man ikki kundi melda seg til. Jordi hevur notið góða veðrið leygardagin og sunnudagin. Mánadagurin og týsdagurin er skeiðsdagar og mikudagin gongur leiðin aftur til Barcelona. Men Jordi ætlar longu at vitja aftur í summar saman við konuni, tá flogið verður beinleiðis millum Føroyar og Barcelona.