Tað var ikki av vánaligum spæli, at KÍ tapti dystin ímóti HB mikukvøldið, tí har áttu teir blá-hvítu munin í dystinum sum heild, men hinvegin er liðið ikki nóg miðvíst og hvast í álopspartinum, og tá so er, kostar tað dýrt at gera mistøk í verjuni.
Tað er væl kent, at botnlið sjáldan hava marginalarnar við sær, og hetta var eisini sjón fyri søgn í dystinum mikukvøldið millum botnliðið KÍ og HB, sum liggur stutt aftan fyri tey fremstu liðini í Formuladeildini.
KÍ gandaðir í
álopspartinum
Í dystinum hevði KÍ samanlagt 7 skot, sum raktu málið, harav tað eina brast í stongina, og harafturat 7 skot, ið fóru við síðuna av málinum – tvs. íalt 14 royndir ímóti málinum – men inn vildi bólturin ikki fara.
Í fyrra hálvleiki átti Kristoffur Jakobsen øll skotini, sum raktu HB-málið, meðan m.a. Harley, Heðin og John Hammer vóru teir, sum í 2. hálvleiki raktu HB-málið.
Til samanberingar høvdu HB-spælararnir 10 skot, sum raktu KÍ-málið, og 5, sum ikki raktu, tvs. íalt 15 málroyndir ella samanlagt nakað tað sama sum hjá KÍ.
Men munurin er bara tann ógvuliga avgerandir, at HB-ararnir vóru neyvari í sínum skotum og skallarum og fingu harvið 2 mál.
KÍ átti eisini
meira spæl
Tað ljóðar sum ein undanførsla, men turru tølini staðfesta tað væl og virðiliga, at KÍ, hóast ósigurin, átti størri part av spælbýtinum í dystinum.
Samanlagt 31 ferðir varð bólturin sendur inn fyri HB málið, harav 9 vóru uppá hornaspørk, meðan HB-innleggini inn fyri KÍ-málið íalt vóru 21 harav 10 hornaspørk. Hetta tvs. at HB í spæli bara hevði samanlagt 11 skot inn fyri KÍ-málið!
Men aftur her má leggjast afturat, at HB var meira neyvt og málsøkið tær ferðirnar teir søktu at KÍ-málinum, sum úrslitið av dystinum eisini staðfestir.
Liðuppstillingin
hjá KÍ mikukvøldið var hendan:
Í málinum stóð Meinhardt Joensen, sum hevði ongan eykamann sitandi á bonkinum, tí sum skilst var Mattias Samuelsen farin við 1. deildarliðnum vestur í Vágar at spæla ímóti FS Vágum. So um tað skuldi hent í hesum dystinum, at Meinhardt mátti fara av vølli, so hevði Paul Clapson verið noyddur inn í málið at standa. Hann er jú fyrrverandi málmaður og kom til KÍ sum slíkur á sinni.
Miðverjuna mannaðu Jan Andreasen og Steffan Kalsø, og so var Sigmund Jacobsen í vinstru og Høgni Madsen í høgru í verjuni. Í 24. minutti varð Sigmund vegna skaða skiftur út við Harley Bertholdsen.
Miðvøllurin varð mannaður av Kristiani á Lakjuni og Kristoffur Jakobsen mitt fyri, Heðin á Lakjuni varð í vinstra borði og Gunnar Nielsen í høgra borðið eitt sindur longur frammi enn hinir. Í 75. minutti kom John Hammer inn fyri Kristoffur.
Álopið varð mannað av Paul Clapson og Erlingi Fles, sum í 77. minutti varð skiftur út við Leon Bjartalíð.
Sigmund Jacobsen
álvarsligan skaða
Í 20. minutti fær Sigmund Jacobsen ein at síggja til stóran skaða í einum nærdysti við Rógva Jacobsen. Tað sá ikki serliga tespiligt út, tá Sigmund lá á vøllinum og venaði seg. Fóturin sá út til liggja tvørur.
Leikararnir govur beinanvegin tekin um, at hetta var álvarsamt, og KÍ-hjálparfólkini vóru kvik út á vøllin við børuni, samstundis sum ringt varð eftir sjúkrabili, og við hjálp frá bæði HB-hjálparfólki og onkrum portøri millum áskoðararnar varð Sigmund eftir einar 4 minuttir fluttur yvir á børuna og borin út, meðan áskoðararnir góvu honum lógvabrestir – hann varð fluttur beinleiðis á sjúkrahúsið.
HB byrjaði betur
men KÍ tók yvir
Tað vóru gestirnir, sum byrjaðu dystin betur, og HB hevði eisini tað fyrst korterið nøkur skot, bæði á málið og við síðuna av málinum, áðrenn KÍ yvirhøvur hótti HB-málið.
Men tá fyrsta korerið var farið, byrjaði KÍ at ressast við, og so við og við tók KÍ yvir so at siga alt spælið.
Í 34. minutti skoraði HB til 1-0 við málið, sum Rógvi Jacobsen skoraði. Ein langur bóltur varð spældur fram úr høgru verjusíðu hjá HB, og tað sá ikki so vandafult út, tí verjuleikari var hjá Rógva, men onkursvegna slapp bólturin fram við honum og fram til ein púra frían Rógva, sum takkaði fyri við at smekka í kassan fram við Meinhard, sum einki kundi gera, so góður varð hesin málmøguleikin.
Serliga eftir hetta málið tók KÍ yvir alt spælið við góðum samanspæli fram í HB-brotsteigin og fleiri royndum á málið.
3 x Kristoffur
í fyrra hálvleiki
Í fyrra hálvleiki høvdu bæði Kristian á Lakjuni og Kristoffur Jakobsen sera gott tak á miðvøllinum har teir vístu seg at hava orkuna og avlopið til at vera skapandi frameftir og eisini raskir í verjupartinum.
Í 29. minutti ger Kristoffur startskotið til KÍ-álopini fyri restina av hálvleikinum, tá hann smekkar til nokkso langt úti frá, men Tróndur Vatnhamar, sum stóð ein góðan dyst í HB-málinum bjargar.
Tað var stutt eftir hetta, at HB skoraði, men KÍ helt fram við sínum spæli.
Í 36. minutti spælir Kristoffur inn í brotsteigin til Paul Clapson, sum smekkar til úr eitt sindur spískum úr høgru síðu, men upp um HB-málið.
KÍ-liðið fór nú til tíðir langt fram á vøllin, og tað gav HB høvi til mótálop, og eitt av hesum kom í 39. minutti, sum endar við málroynd frá Rógva, men Harley bjargar á málstikuni!
KÍ helt fram, og í 44. minutti komu teir sera nær einum útjavnandi máli, tá Kristoffur – sum hesa løtuna var størsta álopshóttanin hjá KÍ – frá brotsteigarmarkinum skjýtur sera hegisliga eitt skrúvandi skot, sum brestur í handaru stong og út!!
Í yvirtíðini trýstir KÍ øgiliga, og áleið í 46. minutti fær Gunnar Nielsen ein nokkso tilvildarligan bólt inni í HB-brotsteiginum, og hann smekkar til – bólturin fer hart inn fyri málið, har Paul Clapson tveitir seg fram, men skotið fer uppum.
Kristian á Lakjuni kom í hesum dystinum ikki heilt fram til nakra avgerandi skotroynd, men sigast skal, at hann av álvara tykist vera á veg fram eftir drúgvu fráveruna frá Formulafótbólti. Orkan var ikki til tað sama í seinna hálvleiki, men í fyrra var hann ein skapandi kraft, sum kann fara at verða virðismikil í komandi avgerandi dystum.
2-0 málið var
mønustingurin
Seinni hálvleikur byrjaði nakað tað sama, sum fyrri endaði, men broddurin tóktist ikki vera tann sami – í øllum førum ikki sum í endanum av fyrra hálvleiki, tá KÍ trýsti HB í botn. Tað megnaði liðið ongantíð at endurtaka í seinna hálvleiki.
HB samanspælið var sjáldan nakað serligt, men hinvegin hava teir eitt lið av einstaklingum, sum kunnu gera nógv sjálvir, og tað var eisini tað, sum avgjørdi dystin.
Í fyrra hálvleiki var tað ein klaksvíkingur, sum gjørdi tað til 1-0, og í seinna hálvleiki var tað ein vágamaður, Tór-Ingar Akselsen, sum við einum flottum gjøgnumbrotið slapp inn um KÍ-verjuna og skeyt fram við Meinhardt til 2-0.
Hetta var í 69. minutti, og hóast KÍ sanniliga helt fram at royna, so var tað líkasum ikki við sama áræði og sjálvsáliti longur, tí nú máttu 2 mál til fyri at fáa javnleik.
Luftvápnið hjá KÍ
manglar í løtuni
Orkan tóktist eisini at ganga undan hjá onkrum av leikarunum, og tað, ella smáskaðar, var nokk eisini orsøkin til útskiftingarnar, har Erling Fles og Kristoffur Jakobsen vórðu tiknir út, og inn komu Leon Bjartalíð og John Hammer.
Skiftingarnar vendu ikki dystargongdina, hóast áhaldandi royndir, serliga í vinstru síðu, har teir báðir, Harley og Heðin, funnu hvønn annan rættiliga væl, men tað bleiv ikki til meira enn næstan og eitt nokkso stórt tal av hornaspørkum, sum KÍ tíverri ikki megnaði at gagnnýta ímóti Rógva og Co., sum vardu væl í luftrúminum. Uttan ein Kaj og ein Símun og við einum heldur tomum Paul var luftvápnið hjá KÍ ikki serliga sterkt.
Skotini frá KÍ, sum raktu HB-málið í seinna hálvleiki, komu frá Harley, Heðini og John Hammer, men tey vóru ikki nóg góð til at hótta Vatnhamar, og aðrar skotroyndir frá Kristian, Erling, Heðin og Gunnar fóru øll við síðuna av málinum.
Eitt reduserandi mál hesa løtuna hevði fingið lív aftur í dystin, men ístaðin var tað HB, sum tók alt tempo úr dystinum, har teir, væl skiljandi, royndu at spæla “italskan” spákingarfótbólt og brúktu ríkiliga nógva tíð til hornaspørk og ikki minst útskiftingar.
Stilli kring vøllin
við Djúpumýru
Minuttirnir gingu, uttan at KÍ fekk annað burturúr enn eitt nokkso stórt tal av hornaspørkum, sum teir tíverri ikki megnaðu at gagnnýta.
Soleiðis varð mytan um, at oddalið raka stongina og inn, meðan botnlið raka stongina og út, staðfest hetta mikukvøldið í góðum veðri, og meðan teir 793 gjaldandi áskoðararnir og teir áleið 400 skúlaungdómarnir og børn – samanlagt útivið 1200 áskoðarar – hugdu at, fóru KÍ-spælararnir við niðurslignum herðum ta tungu leiðina innaftur í KÍ-høllina uttan stig og mál enn einaferð.
Næsti dystur er mikukvøldið tann 4. juli, aftur á heimavølli, tá AB kemur norður.
KOYR Á KÍ !!!




