Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr greinasavninum: Monarkurin, hin nýggi Næraberg – ein persónlig niðurstøða

John William Joensen

Persónliga eri eg sannførdur um, at Næraberg verkætlanin hevur eina gylta framtíð, um rætt verður borið at, skrivar Jógvan Eliasen ið siglir við Nærabergi

Tað er sunt og gott fyri okkum føroyingar at fáa í lag altjóða samastørv á høvum tøkniligum støði, eisini á fiskivinnuøkinum, og tað er Næraberg ætlanin.
Vit skulu bert tryggja okkum, og her er tað reiðarí og fiskivinnuumsitingin eg sipi til, at tær treytir og samstarvsreglur, ið vit seta, – ikki seta okkum føroyingar verri fyri enn aðrar áhugaðar í einum slíkum samstarvi. Og vit mugu hava álit á, at okkara fólkavaldu fyrst og fremst hugsa um hesi viðurskifti, tá loyvi verða skrivað út.
Kvotan hjá Nærabergi er helmingurin av verkætlanini, har er einki at raffla um. Allar starvsskipanir umborð á einum slíkum skipi eiga at taka hædd fyri, at føroyskar viðtøkur og lógir verða hildnar, og at tað eigur at áliggja reiðaríi, at hava eins nógvar føroyskar yvirmenn, og starvsfólk yvirhøvur, í øllum liðum umborð, javnsett við fremmanda arbeiðsmegi.
Eisini eigur eitt know-how atlit at liggja í verkætlanini, har norðmenn og føroyingar í felag hava ábyrgd av, at kunna og læra hvønn annan um framleiðsluhættir og teknikkir innan hesa framleiðslu, so burðardyggir framtíðarlunnar verða lagdir undir hesa vinnugrein.

Jógvan Eliasen,
Næraberg 11. mars

(brot úr brævi)