Næraberg hevur góðan fiskiskap frætta vit í morgun
Halló øll heima.
Bert nakrir smáir snøklar í morgun. Í gjár, sunnudagin, var av allar fagrasta veðri. Blika logn, og sólin sá allan dagin. Ikki er komið út á Grækarismessu enn, so líðka er ongin í veðrinum, – men sum tað er gott fyri likam og sál at kenna sólina. Eg tók nakrar myndir á brúgvaveinginum. (Mynd 1 + 2)
Tað kom hin ungi drongurin í 3. kokk í gjár, og hann setti sær fyri, at lata seg avmynda á hægsta staði umborð á Nærabergi. Sum ein kakelakkur kleiv hann upp í bakmastrina, ímeðan annar stýrimaðir, Gunnleivur Knudsen úr Sørvági, loyp upp í fremra gálgan at taka myndir. So her síggja tit reportaran á Nærabergi í góðveðrinum vestan fyri Írland. (Mendir: Jemast1 + Jemast2)
Fiskiskapurin er rímuligur.
Fisikskapin kunnu vit ikki klaga yvir. Hann hevur verið rímuligur allan túrin. Í gjárkvøldið fingu vit eitt gott hál, . og hvussu stórur posin er, sæst við at síggja hæddina á honum í mun til longdina. Posin á myndini fyllir alt troldekkið til longdar. (Mynd 3 + 4)
Nógvur fuglur.
Tað er sera nógvur fuglur at síggja. Einamest havhestur og ritur. Tað er eitt øgiligt tal. Teir flúgva í milliónavís kring skipið, – serliga tá framleitt verður. Eg royndi í gjár at avmynda havhest á flogi, og tað er ikki bara sum at siga tað. Eg fekk onkra hendinga mynd. Myndirnar eru tiknar úr vindeyganum í galluni. (Mynd 5 + 6)
Tit mugu øll hava tað so gott har heima, – nú er bert ein lítil vika er til Grækarismessu.
Allar bestu heilsanir.
Jógvan Eliasen
Bridge.naraberg@jfk.fo




