Tá ein fekk møguleikan gjøgnum farloyvi í Norðoya Sparikassa, at koma í starv hja barndómsfelagnum KÍ, var eg ikki í iva. Havi verið venjari í felagnum í 12 ár, spælt sjálvur síðan eg var 6 ár, havi vant næstan allar ungdómsdeildirnar og somuleiðis verið hjálparvenjari hjá 1. deild eitt ár.
Teir fyrstu tankarnir um spennandi avbjóðingina, var hvat ið eg skuldi arbeiða fram ímóti ?
Á fundi við verðandi venjara komu vit fram til, at vit í KÍ vildu verða kend fyri:
Góð fíggjarviðurskifti, góðar venjarar til tey yngstu, at KÍ altíð liggur tætt við ella á 1. plássi og gott samanhald í góðum umhvørvi. Nokk at arbeiða við – og so var bara at fara í gongd
KÍ- skrivstovan
Eftir at hava tosað við góð fólk, varð farið í gongd við at bøta um fysisku karmarnar hjá KÍ. Vit eiga og reka eina høll, men høvdu einga orduliga skrivstovu. Veturin gekk, góð fólk málaðu, tapeseraðu, løgdu gólv á, vaskaðu og við vælvild frá Com.Data kom gomla resturatiónina í høllini at blíva nýggja, ljósa og stásiliga KÍ- móttøkan. Somuleiðis fekk sokallaða VIP- ella steyparúmið eina yvirháling. Nú í marts bleiv so gongin niðan móti Bøgøtu umvald saman við toilettum, men enn manglar nógv.
Felagshølið
Fleiri ferð eru menn farnir í gongd við at seta gamla diskotekið "Lognbrá" í stand – soleiðis at hetta kann verða brúkt sum felagshøli til sosiala partin av ungdóms- og felagsarbeiðnum. Nú liggur arbeiðið so aftur stilt, orsaka av manglandi fígging. Roknað verður tó við at hetta kemur uppá pláss, so at vit kunnu fara í gongd til komandi vetur.
Rúm til umklæðing
Eisini eru tankar frammi um at fáa betri pláss at skifta, so at leikarar og venjarar sum skulu út á vøllin ikki altíð renna seg í tey sum leiga høllina – men einki endaligt er í hesum málinum.
Vælútbúgvin venjarahópur
Eftir at hava arbeitt miðvíst við einum góðum vælskúlaðnum venjarahóp,i eru venjingarnar so byrjaðar hjá teimum yngri. Í ár hava allar deildirnar hjá KÍ minnst ein vaksnan venjara við útbúgving, soleiðis at vit til fulnar kunnu fylgja teim krøvum og treytum ið UEFA kemur at seta. Nøkur krøv verða sett í gildi longu í 2004, men gott er onkuntíð, at verða frammanfyri tíðarætlanina.
Úrslit
Nú eru fyritreytirnar fyri at fáa úrslit so partvís til staðar, men enn manglar eitt hitt viktigasta, trivnaðurin hjá leikaranum.
Bóltar til øll, nýggj spæliklæðir og ein góður venjari er ikki altíð nokk. Ungi leikarin má sjálvur verða klárur til at geva tað sum skal til, fyri at liðið skal fáa góð úrslit. Ein skal verða klárur til at møta til venjing og dyst hvørja ferð, tí um ein ikki møtir bert eina ferð – so manglar liðið teg, og er tað her sum eg haldi at Klaksvíkingar sløsa eitt sindur.
Tað sigur seg sjálvt at eitt lið kann ikki vinna dystir um 2-3 teir bestu leikarnir eru vekk, í feriu uttanlands, í føðingardag hjá ommu ella við foreldrunum einavikuskiftisferð á suðuroynni. Hesir leikara skuldi spælt badminton ella okkurt teir vóru einsamallir um. Tey siga at maður kemur í mans stað, men gaman í – øll eru líka – men summi eru meir líka enn onnur.
Her vil eg sum venjari heita á foreldrini um at stimbra og eggja teim ungu til at taka fótbóltin í størri álvara – tí tað er samlaða motivatiónin hjá íðkarinum sum ger hvussu umfatandi menningin verður – soleiðis at vit í enn størri umfangi læra okkum at verða best og vinna.
Tað skal verða stuttligt at spæla fótbólt – men vinnur liðið, so er tað enn stuttligari
Bill Mc. Leod Jacobsen




