"Er lúsin útlendsk, er alt í lagið" soleiðis hevur tað verið, og soleiðis er tað framvegis, sigur Jóannes Jakobsen
Fyrst í 90 unum stóðu føroyingar á odda fyri teimum flestu føroysku feløgunum, men síðan broyttist og nú hava útlendingar myndað venjara hópin í fremstu føroysku deildini.
Feløgini bera útlendingarnar á lógvum
"Kemur ein útlendskur venjari til Føroyar so standa feløgini á hondunum fyri honum og einki er óført.
Hetta er tað reina smámannalyndi og vit hava eisini sæð hvussu hetta hevur verið brúkt av útlendingum.
Eingin sokallaður "supervenjari" sum er í útlandinum hevur hug at koma til Føroyar. Tað sigur seg sjálvt.
Føroyskur fótbóltur er á munandi lægri støði enn í londunum uttan um okkum og tí eru teir venjarar sum koma til Føroyar bert av triðu ella fjórðu sortering.
Teir koma til Føroya at tjena pengar og einki annað tí somu venjarar hava ongan møguleika at fáa eins væl lønt størv í teirra egna landi."
Føroysku venjarar roynast betur
"Eg vil tó undirstrika at tað sjálvandi er gott fyri føroyskan fótbólt sum heild, um tað eydnast okkum at fáa ein veruligan kapasitet til Føroya men royndirnar vísa okkum at flestu útlendingarnir fara av landinum við sera vánaligum úrslitum.
Sjálvur veit eg at føroyskir venjarar bert fáa ein triðing í løn av tí sum útlendingarnir í føroyskum fótbólti fáa, og tá kvaliteturin á útlendsku venjarunum jú ikki er til staðar so sigur tað seg sjálvt at hetta ikki er til gagns fyri nakað annað uttan pengapungin hjá hesum útlendingum."
Jóannes sigur at tað sjálvandi hevur verið onkur sólskinsøga ímillum, men tað er sera hugstoytt at síggja tann mismun, sum føroysku feløgini gera.
"Geva tit føroyingum som treytir, sum tit geva útlendingum, so er eingin ivi um at tit fara at fáa munandi betri úrslit við føroyskum venjarum enn við útlendskum venjarum!" sigur ein sera avgjørdur Jóannes Jakobsen.




