Grandma’s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum hevur havt fleiri væleydnaðar framførslur og hevur innspælt sínar fyrstu sjálvskrivaðu sangir. Teir spæla á Summar Festivalinum
Grandma’s Basement er rímiliga nýggjur bólkur, men seinasta árið hava teir havt fleiri almennar framførslur, og tað gongur støðugt framá hjá bólkinum.
Bólkurin hevur eisini gjørt onkrar upptøkur av sjálvskrivaðum sangum, og sangurin Bangna Beistið hevur javnan verið at hoyrt á Rás2.
Í føroyskum tónleiki er tíbetur ikki langt úr kjallaranum og upp á pallin, og Grandma’s Basement fáa nú kjansin til størsta tónleikatiltakið í Føroyum – Summar Festivalin.




