Dagurin i dag er søguligur í frøroyskari flúgvisøgu. Atlantic Airways byrjaði flúgving uppá Milano í Italiu, og hevur sostattt tvinnar beinleiðis rutur til londini við miðjarahavið
Dagurin i dag er søguligur í frøroyskari flúgvisøgu. Atlantic Airways byrjaði flúgving uppá Milano í Italiu, og hevur sostattt tvinnar beinleiðis rutur til londini við miðjarahavið.
Mangt broytist á mansins ævi. Tey orðini komu sjálvandi upp í hugaheimi mínum ídag, tá eg eftir innbjóðing frá Atlantic Airways til Norðlýsið, fór við á hendan fyrsta søguliga túrin til Italia. Knappar tríggjar tímar tók ferðin úr Vágunum og til Milano og góðar tríggjar tímar tók túrurin heimaftur. Kundi ikki lata vera við at hugsa um, at í mínum ungu døgum skuldi ein til Havnar fyrst við Britons Pride, um ein ætlaði sær til Vágarnar og hagani við Vesturleið til Miðvágs. Tann teinurin kundi valla gerast uppá ein dag báðar vegir.
Norðlysið fer at gera meira burturúr túrinum og møguleikunum í prentaða blaðnum í vikuni.
Tó, Magni Arge helt stutta viðkomandi røðu á flogvøllinum í Milanu, har italsku flogvallamyndugleikarnir høvdu syrgt fyri hugnaligari móttøki fyri Atlantic Airways á hesum fyrsta túrinum.
Orðini hjá Magna Arge fullu sum niðanfyri:




