Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr løgtinginum: Tunnilin norður um fjall ger sambandið til Svínoyar meiri áhugavert

John William Joensen

Í samband við fyrispurning frá Jógvan við Keldu, norðoyatingmanni, nú fíggjarlógin fyri 2007 var til við-gerar, hvar málið um ferðasambandið til Svínoyar lá, svaraði Bjarni Djurholm landsstýrismaður, at kanningin skuldi verið klár í heyst.

Ímong ár hevur verið arbeitt við at gera eina kanning, hvussu møguleikarnir eru fyri at gera ein tunnil frá Svínoyarbygd til Havnina, sum liggur á vestursíðuni.

Á fíggjarlógini í ár stóðu 500.000 krónur til kanning av streymviðurskiftum  og atløgumøguleikum um ein tunnil varð gjørdur yvir í Havnina.

Svínoyar kommuna hevur eisini fleiri ferðir reist málið yvirfyri landsstýri og løgtingi, um at fáa útført hetta arbeiði, soleiðis, at hetta kann setast í verk.

Nú fíggjarlógin var fyri á løgtingi, reisti Jógvan við Keldu, løgtingsmaður fyri Norðoyggjar aftur málið, og í hesum sambandi hevði hann ein fyrispurning til Bjarna Djurholm, landstýrismann, nær nakað spurdist burtur úr hesi kanning.

Svínoyggin – ein oyggj við møguleikum
Jógvan við Keldu vísti á í røðu síni, at nú ferð er við at koma á tunnilin norður um fjall, og hann helst verður settur í gongd aftaná at Hovstunnilin er liðugur, er umráðandi, at sambandið til Svínoynna kemur inn í myndina.

Jógvan segði m.a. í røðu síni, at “tosað hevur verið um økta ferðavinnu í Føroyum. Her hava vit ein stóran og áhugaverdan møguleika, ein vøkur oyggj við rúmsáttum byggilendi, sum lættliga kann gerast so mikið atkomilig, at frá Klaksvík og út til Svínoyar kann gerast uppá minni enn ein tíma. Her hava vit ein gyltan møguleika. Frá Borðoynni og yvir til Havnina á Svínoynni eru bert 20 minuttir”, helt Jógvan fyri.

Víðari segði hann: “Her er í øllum førum ein oyggj, sum hevur møguleikar, sjálvt um aðrar oyggjar hava troført við at yvirliva.”

Síðani spurdi hann Bjarna Djurholm, hvar málið lá.

Landsstýrismaðurin svaraði, at kanningin skuldi farið at verið liðug nú í heyst, so fingu vit at síggja, hvat spurdist burtur úr.

Eisini Kartin Hansen, løgtingsmaður helt fyri í røðu síni, at hetta var ein perla, tá vit hugsa um ferðavinnu og annað.

Kallsoyggin hevur nú fingið eitt heilt annað og betri samband, so nú kann Svínoyggin  fáa somu møguleikar, tá nýtt berghol er liðugt norður um fjall.

Harleywoodpaint