Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr myndasavninum: Norðoyatunnilin 7 ár

John William Joensen

Ítøkiligu ætlaninar um at gera fast samband ímillum Borðoynna og Eysturoynna eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi landsverkfrøingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði fyri at finna eina hóskandi leið fyri ein undirsjóvartunnil. NORÐLÝSIÐ GEVUR ÚT TUNNILSBLAÐ í samband við at 7 ár eru síðan tunnilin varð tikin í brúk.

Ítøkiligu ætlaninar um at gera fast samband ímillum Borðoynna og Eysturoynna eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi landsverkfrøingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði fyri at finna eina hóskandi leið fyri ein undirsjóvartunnil. Árið fyri hetta, altso í 1987, hevði Heini Olsen, verkfrøðingur hjá Landsverki, gjørt eina leysliga heildarmeting um, hvar undirsjóvartunlar kundu verða gjørdir.

Arbeiðið
Kreppan elvdi til steðg í øllum størri verkætlanum, men eftir at koyrandi varð ígjøgnum Vágatunnilin varð av álvara farið undir arbeiðið við Norðoyatunlinum.
Í september 2003 fór NCC undir at gera atkomuvegin Eysturoyarmegin, og nakað seinni var eisini farið undir arbeiðið Borðoyarmegin. Byrjað var at bora leirvíksmegin 18. desember 2003, tá fyrsta skotið varð latið av. Borðoyarmegin varð fyrsta skotið latið av fýra mánaðir seinni, nevniliga 20. apríl 2004.
25. juni 2005 varð tunnilin skotin ígjøgnum, og hetta varð hátíðarhildið; fyrst við samkomu í tunlinum og síðani við borðhaldi um kvøldið.

Liðugur fyri tíðarætlanina
Ætlanin var allatíðina, at tunnilin skuldi vera so liðugur sum til bar, áðrenn hann varð latin upp fyri ferðslu, og hóast hesa ásetingina gekk arbeiðið so mikið væl, at tunnilin varð latin upp tríggjar mánaðir fyri tíðarætlanina – longu 29. apríl 2006. Tá vóru bert smávegis snøklar eftir at gera, og allar ábøtur vóru lidnar í juni sama ár.

Trygd
Trygdin í Norðoyatunlinum fylgir norskum reglum á økinum. Ein tilbúgvingarætlan er gjørd, og venjingar verða hildnar av og á.

Tølum tunnilin
Tunnilin er 6 km langur, og har hann stingur djúpast eru 150 metrar upp til sjóvarmálan. Dýpið í sjónum er í mesta lagið 103 metrar.

Tað eru 410.000 kubikkmetrar av gróti sprongdir, og til hetta arbeiðið eru nýtt 1.100 tons av spreingievni. 1800 tons av betongi eru nýtt at tetta lekar við.
Mest loyvi leki í slíkum tunlum er 300 litur um minuttin pr. kilometur, og í Norðoyatunlinum er lekin umleið 195 litur um minuttin pr. kilometur

Mest loyvdi lekin í slíkum tunlum er 300 l. um min. pr. km. Í Norðoyatunlinum er lekin uml. 195 l. um min. pr. km. ella uml. 1.700 tons um samdøgrið.

Norðoyatunnilin kostaði 395 mió kr.

NORÐLÝSIÐ  ger serligt Tunnilsblað í samband við 7 ára dagin.

Leygardagin 27. Apríl er stórur Tunnilsdagur í samband við at fyri júst 7 árum síðan var Norðoyatunnilin tikin alment í brúk.

Í hesum sambandi verður Norðlýsið borið í hvørt hús mikudagin 24. Apríl.

Seinasta freist at koma við tilfari og lýsingum er fríggjadagin 19. Apríl.