Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Skjalagoymsluni hjá Norðoya Fornminnasavni: Stuldur úti í Klaksvík 1859

John William Joensen

Í samband við umvælingar sum hava verið gjørdar í vetur á loftinum í Klaksvíkshandlinum, kann vera stuttuligt at taka eina umleið 150 ára gamla krimigátu fram, sum hevur verið í húsunum.

Andras Sólstein

Absalon Matras, sýslumaður í Norðoyggjum frá 1850 til 1860, hevur skrivað frágreiðing um eitt stuldursmál. Hann var óførur at skriva rapportir. Hetta vita vit frá einum brævi dagfest 17. des. 1857, ið sýslumaðurin í Havn Müller, skrivar til Absalon Matras. Í brævinum sigur Müller, at Jacob Lunddahl (fúti 1837-1852)  hevur sagt, at Müller dugir ikki at skriva rapportir. Tað var nógv ímillum Matras, hann dugdi avbera væl, og var sera neyvur í sínum skrivliga arbeiði. Frágreiðingin gevur okkum eisini eitt lítið innlit í arbeiðið við Klaksvíkshandilin fyri eini 150 árum síðani.
Kyndilsmessudag (2. feb.) í 1859, var Absalon Matras sýslumaður úti í Klaksvík. Hann var tilkallaður í samband við eitt tjóvarí sum hevði verið í handlinum. Tann sum hevði meldað, var Christoffer Fr. Olsen úr Gerðum, og snúði sakin seg um eitt par av húðarskóm, sum týsdagin hin 25. januar skuldu verið horvnir, og hareftir komnir fram í ljósmála aftur.
Christoffur Fr. Olsen  greiðir frá, at hann hendan dagin var til arbeiðis í handilinum saman við hundinum hjá sær. Teir arbeiddu við at savnað vørur og vigað korn, sum skuldi førast við báti til handilin hjá Ziska keypmanni á Biskupstøð. Tá ið hann kom út í Klaksvík, var hann í einum gráum hosum og húðarskóm, sum hann læt seg úr, og fekk sær einar aðrar hosur og lossiskógvar upp á beinini. Síðani ballaði hann hosurnar inn í eitt turriklæði, og hongdi hetta saman við húðarskónum á ein bjálka í tí nýggja handilspakkhúsinum. Bjálkin var við tað ovasta trapputrin, sum leiðir upp á tað fyrsta loftið.
Aftaná at tveir bátar vóru førdir inn á Biskupstøð, og arbeiðsmenninir vóru lidnir við at bera kornið, sum skuldi við tí triðja og síðsta bátinum, fór Christoffur  niður av loftinum. Men tá hann ætlaði at taka hosurnar og húðarskógvarnar, uppdagaði hann at skógvarnir vóru horvnir, og turriklæði við hosunum var dottið niður av loftinum. Tá húðarskógvarnir ongastaðni vóru at finna, spurdi hann arbeiðsmenninar, sum vóru saman við honum, Zacharias Joensen, Hans Jacob Hansen, Ole Thomasen og Frederik Jacobsen, um teir høvdu sæð húðarskógvarnar, ella um teir høvdu sæð nakran, sum kanska kundi havt tikið teir. Ole Thomasen segði seg hava sæð ein mann, Tummas, ganga uttanfyri pakkhúsið. Hans Jacob Hansen og Frederik Joensen høvdu ongan óviðkomandi persón sæð, men Zacharias Joensen segði seinri, at hann hevði sæð ein manspersón á tí norðara loftinum, meðan teir vóru í ferð við at vigað korn á tí ovara loftinum. Zacharias vildi ikki ganga við til, at hann kendi viðkomandi persón, men segði at hann hevði eitt turriklæð vovið um høvdið, og læt so nøkur orð falla, at um tað ikki var fyrr nevndi Tummas, so var tað fanden i hans skikkelse.
Christoffur legði afturat frágreiðingini, at skógvarnir høvdu hingið á sama stað líka til fyri einum korterið, áðrenn hann saknaði teir. Skógvarnir vóru komnir fyri ein dag aftur leygardagin hin 29. januar. Ole Thomsen fann teir á vegnum sunnanfyri pakkhúsið, og teir kundu ikki verið komnir hagar uttan onkur hevði borið teir.
Eftir at Christoffur hevði givið sína frágreiðing um málið skuldi arbeiðsfelagin Frederik Jacobsen avhoyrast, og hann segði frá, at hann hendan dagin eisini var til arbeiðis úti í Klaksvík, og hann hevði bitið merki í hesar somu húðarskógvar, sum hingu uppi á loftinum. Seinri, tá Christoffer segði at húðarskógvarnir vóru horvnir og spurdi hann, um hann hevði varnast nakað, segði hann seg einki vita um teir at siga. Heldur ikki hevði hann sæð nakran í handlinum um tað mundi  teir skuldu verið horvnir.
Síðani skuldi Tummas, hin akærdi avhoyrast. Hann noktaði uppá tað harðasta at hava verið nærhendis pakkhúsinum henda nevnda dag. Tá tað bleiv honum framlagt, at bæði Ole og Zacharias høvdu sæð hann, hin fyrri uttanfyri og hin seinri inni í pakkhúsinum, segði hann hetta ikki vera so, og hóast sýslumaðurin segði við hann at tað ikki var samsvar ímillum hansara frágreiðing og ta hjá hinum báðum, so helt Tummas fast við sína frágreiðing. Og legði afturat at hann hvørki hevði tikið, tíansheldur lagt húðarskógvarnar aftur.
Tó viðgekk hann, at hann ein dagin hevði verið við handilin og har sæð tríggjar smáar stengur, ið hann hevði tikið, hetta tí hann ikki helt nakað virðið vera í teimum.
Sýslumansfrágreiðingin endar við, at tá Hans Jacob og Ole í løtuni vóru burturstaddir í Eysturoynni, so vóru kanska onkrir leysir endar, men Ole hevði fyrr vitnað, at hann hevði sæð Tummas uttanfyri pakkhúsið áðrenn tað bleiv uppdagað at húðarskógvarnir vóru horvnir. Hetta hevði Ole eisini sagt fyri krambakallinum Joen Peter Olsen. Og tá tað ikki kundi væntast nakað nýtt í sakini, so endar Absalon Matras frágreiðingina, og síðani er hon klár at senda til Hannes Finsen, fúta í Føroyum frá 1858 til 1871.