Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr suðuramerikansku sólini til Føroyska frostið: Rodrigo er komin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Fyrr í vikuni fór hann við flogfari úr sólríka Brasilia, og fríggjadagin lendi hann í vetrarherjaðu Føroyum, 25 ára gamli Rodrigo, sum skal styrkja KÍ-álopið í 2008.

Fríggjadagin vandi Rodrigo saman við hinum í Formulahópinum hjá KÍ.

Vetrarveðrið herjaði uttanfyri, so tað er uttan iva ein stór broyting fyri brasiliumannin, reint veðurlagsliga. Hinvegin er hann ikki heilt ókunnigur við norðanlond, tí hann hevur eitt skiftið leikt við fótbóltsfelagnum í Sandefjord.

Hóast kavin lá tjúkkur fríggjakvøldið, og kuldin beit, so forðaði tað ikki fyri venjingunum hjá KÍ-leikarunum, sum hetta kvøldið vóru innandura, í KÍ-høllini.

Á skránni vóru ymiskar venjingar við bólti, sum kravdu nógv av venjingarstøðuni.

Eftir tí, sum har var at síggja, so bagir bóltførleikanum hjá Rodrigo avgjørt einki.

Hann er rímiliga høgur á vøkstri, og sá eisini út til at duga at skalla.

Um stutta tíð kemur ein annar áleypari úr Suðuramerika til KÍ. Jonatan Tridente úr Argentina, sum er 24 ára gamal, er ein lágvaksin, tættbygdur og kvikur leikari, sum vónandi fer at hóska væl saman við Rodrigo í KÍ-álopinum.

Umframt hesar báðar útlendingarnar hevur KÍ-hópurin eisini onkrar heimligar álopsleikarar, sum fara at royna sum best at stríðast um fremstu plássini á liðnum í komandi kapping.