Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Svøríki til Klaksvíkar at vísa arbeiðsskógvar

Atlantic Fair

Atlantic Fair News: Peter Svensson kemur úr Svøríki til Klaksvíkar at vísa tað tey framleiða av arbeiðsskógvum, ið kunnu brúkast innan flestu vinnur.

Í samrøðu sigur Peter Svensson at tey koma at hava við fleiri sløg av skóm sum eru sergjørdir til krevjandi arbeiðsumhvørvi.

– Vit ætla okkum at vísa fram nógv av tí sum vit hava av verndarskóm og øðrum skóm sum passa til arbeiðsumhvørvi. Serliga ætla vit at vísa tað nýggjasta sum vit hava ment, sigur sølustjóri og varastjórin Peter Svensson í svensku fyritøkuni Arbessko, ið sjálvur kemur at luttaka á Atlantic Fair.

Svensson sigur at tey hava áhuga í at finna samstarvsfelagar og kundar innan flestu yrkir.

– Vit ynskja at koma í samband við fólk sum brúka sergjørdar skógvar sum skulu verja tey í arbeiðsdegnum, og tá tosa vit um ymisk sløg av arbeivsplássum, sigur hann.

Arbessko hevur millum annað ment skógvar sum kunnu brúkast í frálandavinnuni og í vinnum har neyðugt er at brúka verndarskógvar.