Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr Vágum til Miðeysturs

John William Joensen

Síðani februar hava Óli Reynskor úr Sørvági og Fróði Waag úr Klaksvík flogið sum stýrimenn í off-shore vinnuni í Qatar.

Gulf Helicopters, sum felagið eitur, brúkar somu tyrlur sum Atlantsflog, og var hettar tí ein gyltur møguleiki hjá teimum báðum.

Tannbust og undirbuksur
Tá ið Óli (Olli) Reynskor og Fróði Waag í síni tíð byrjaðu at flúgva sum stýrimenn á tyrlunum hjá Atlantic Helicopters, høvdu teir neyvan væntað at teir fóru at enda í Persaraflógvanum. Men eingin veit á morgni at siga, og í februar stóð teimum báðum í boðið at koma eystur til Doha í Qatar at flúgva í off-shore vinnuni í persiska flógvanum.

“Sjálvt um flúgvingin í Føroyum bæði er spennandi og mennandi, so er altíð ein ávís tráðan eftur at sleppa at royna okkurt nýtt. Og tað var nokk eisini hettar sum fekk okkum at leypa út í tað”, siga teir báðir í samrøðu við Norðlýsið. “Vit fingu samband við Gulf Helicopters, gjøgnum Hans Erik Jakobsen, leiðaran hjá okkum, sum javnan hevur samband við feløg aðrastaðni”.

“Eg minnist so væl telefonsamrøðuna úr Doha” sigur Fróði.

“Tú skal bert pakka eina tannbust og einar undirbuksur, og tak so fyrsta flúgvaran eystureftur. Meiri klæði tørvar tær ikki!” Og tað var eisini nakað um tað. Tí er tað nakað sum Qatar er kent fyri, so er tað tann sjálsama høga hitan.

50 stig uttan airconditon
Teir báðir fingu eisini hitan at føla á egnan kropp. Olli heldur fyri: “Tað var kanska gott at vit byrjaðu í februar soleiðis at vit spakuliga kundu venja okkum við hitan. Tí komnir út í summarið hevur hitin mangan ligið um tey 50 stigini. Og tá ið tú so skal sita í eini tyrlu uttan aircondition í 5 tímar er tað ikki altíð so stuttligt. Men ein uppliving, tað hevur tað í øllum førum verið. Tú kanst venja teg við tað mest ótrúliga. Um tú drekkur nokk av vætu, so er tað als ikki so ringt at arbeiða í hesum umstøðunum”.

Úr Vágum til Miðeysturs
At flyta arbeiðspláss úr Vágum til Miðeysturs er ikki bara sum at siga tað. “Eg minnist longu tá ið eg sat í flúgvaranum ávegis til Doha” sigur Fróði. “Onkunstaðni yvir Turkalandi fóru fleiri fólk knappliga aftur eftur gongini í flúgvaranum. Eg hugsaði at nú var okkurt á vási. Tað var tað eisini, – sum so. Afturi í “galluni” lógu øll við afturpartinum hægst. Her kom mítt fyrsta; hvat havi eg nú rótað meg inn í”

Víðari sigur Fróði: “At traðka út á gøtuna í Doha á miðnátt var eisini sum at koma í ein heilt annan heim. Hitin og troðkanin av fólki sum møtti einum skal næstan upplivast.
– Teir næstu dagarnir fóru við at venja seg við umhvørvið. Nógv skuldi fáast frá hondini. Ein indari frá Gulf Helicopters hjálpti okkum runt í øllum meldrinum. Einar tríggjar læknakanningar á trimum ymiskum støðum í býnum skuldu fáast frá hondini. Eisini skuldu vit til skræddara at taka mál til klæðir. Myndir takast til upphaldsloyvi, fingramerki takast og so víðari og so víðari. Einasta sum var at gera, var at fylgja við meldrinum. Og so ikki missa indaran vekk. Haldi eisini at eitt sindur av mutri millum onkran part hjálpti okkum fram um køirnar av hundraðtals av fremmandari arbeiðsmegi, sum eisini vildu royna eydnuna lovaða landinum.”

Einki klams í rumpuna
“Tá ið eg so smátt hevði vant meg við at her skuldi eg vera teir næstu mánaðirnar, fór eg at hyggja eftur samfelagnum við ørðum eygum. Vit høvdu sjálvandi ymiskar forvæntningar til samfelagið áðrenn vit fóru. Nakað av tí var á leið. Nógv var langt við síðuna av”.

“Qatar er eitt sera friðarligt land. Eg føli meg nógv tryggari at ganga einsamallur eftur smølu gøtunum í Doha, enn eg geri í til dømis Keypmannahavn” heldur Fróði fyri. Fólkini eru sera vinarlig og fyrikomandi. Men tað eru tó nøkur ting, sum ein skal skriva sær aftan fyri oyrað. Tú skalt helst ikki leiðast við unnustu tínari alment, um tit ikki eru gift. Gevur tú henni eitt klams í rumpuna, kanst tú i ringasta føri enda í geglinum, og verða tveittur av landinum. Fleiri dømi eru um hetta. Fyri kvinnur er vert at vita, at tær skulu verða giftar, um tær ætla sær at eiga í Qatar. Skal tú spyrja eina kvinnu um veg, lat so konu tína gera tað. Tað verður ikki væl móttikið, um mannfólk spyr. Eisini skal tú ikki vænta at konufólk heilsa við at taka í hondina á tær.

Sjálvt um omanfyri standandi kann tykjast strangt, so hava kvinnur í Qatar stórt sæð somu rættindi sum menn. Av einum islamskum samfelag, so eru Qatarar fríari enn eitt nú í Saudi Arabia, har konufólk ikki hava loyvi at koyra bil, skulu standa í passinum hjá manninum o.s.v.

Nema sær kunnleika
Síðani Olli og Fróði komu til Doha fyrr í vár, hevur ætlanin hjá teimum verið at fáa sær holla vitan um frálandavinnuna aðra staðnis enn í Europa. Olli sigur: “Vit vildu fegnir seta okkum inn í hvussu off-shore vinnan er aðrastaðnis enn í Europa.

Vit halda at tað er gott at síggja frálandavinnuna frá fleri vinklum. Flúgvingin úr Doha bjóðar eisini uppá væl meiri tímar í luftini, enn vit eru vanir við, og vóna vit sjálvandi at hettar kemur okkum til góðar seinni.

Vit møta sum oftast kl. 0600 um morgnarnar, flúgva alt frá einum til fýra túrar hvønn dag, við alt frá einum til fýra skiparum hvønn dag. Hettar lærir ein eisini hvussu ymisk vit fólk eru. Hesir flogskiparar koma líka úr Suður-, Mið-, og Norðuramerika, Afrika, Europa, Miðeystri, Asia, Austrialia og New Zealandi, og eru líka ymiskir í lyndi sum teir eru littir.

Win/win støða
Spurdir um hvat Atlantic sigur til at teir báðir soleiðis “rýmdu” av landinum, siga teir báðir soleiðis: “Tá ið vit frættu um hendan møguleikan settu vit okkum beinanvegin í samband við leiðsluna hjá Atlantic Helicopters. Soleiðis sum vit sóu tað, so var hetta ein gyltur møguleiki hjá okkum at nema okkum týdningarmiklan kunnleika innan off-shore flúgving, har tað veruliga leikar á. Samstundis kemur hendan vitanin felagi okkara har heima til góðar, tá ið vit venda heim aftur til Føroya. Atlantic Helicopters brynjar seg jú eisini til eina komandi frálandavinnu har heima, og hava longu haft nakað av frálandaflúgving í Norðuratlantshavi.

Krøvini frá oljufeløgunum innan hesa vinnuna eru sera hørð, og síggja vit hettar tískil eisini sum eitt absolutt gott íkast til Atlantic Helicopters.

Vit báðir hava fingið sera góðar sømdir frá Atlantic. Tað er ikki á hvørjum degi sovorðnir møguleikar koma framvið, og eru vit leiðsluni á Atlantic sera takksamir fyri hetta”

Eitt sindur um Qatar:
Qatar er 11.437 ferkilometrar stórt, og liggur sum ein hálvoyggj út í Persera flógvan. Landið er mest sandoyðimørk, og hevur umleið 1,8 mio íbúgvar. Helvtin av hesum búgva í høvuðstaðnum Doha.

Al Thani familjan hevur haft valdið í Qatar síðani tíðliga í 1700 talinum, og er tað Emirurin Sheik Hamad Bin Khalifa Al Thani sum situr á trúnuni beint nú. Sonur hansara Sheik Tamim Bin Hamad Al Thani tekur við eftur faðir sín, tá ið tann tíðin kemur.  Eigur Emirurin ongan son, velur hann efturfylgjara sín innan nærmastu familju.

Stóru nøgdirnar av olju og gassi hava gjørt Qatar til eitt av ríkast londunum í heiminum. Arbeiðsloysi er sum so einki.
Almenna málið í Qatar er arabiskt, men enskt verður eisini tosað nógvastaðni.

Islam er almenna religiónin í landinum, og er tað Sharia lóggávan sum er galdandi.