Leikbann til fleiri persónar og persónlig bót.
Fleiri persónar kring ÍF fáa leikbann fyri málið, har útlendski leikarin, Ndende A. Guéye, spældi uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvið.
Ndende A. Guéye spældi fyrsta umfar í ár fyri ÍF í landskappingardystinum móti TB/FC Suðuroy/Royn uttan uppihaldsloyvið. Tað kom fram síðst í mars mánaða (les meir um tað her).
ÍF tapti dystin 2-1, men málið bleiv lagt fyri aganevndina hóast tað av starvsnevndini hjá FSF. Og nú er úrskurðurin komin frá aganevndini. Mannagongdin hjá ÍF verður harðliga átalað, har fleiri persónar kring ÍF fáa leikbann. Serliga verður ÍF venjarin, Jákup Mikkelsen, mettur at hava havt ein óhepnan leiklut í málinum, har ÍF leiðslan var kunnað um manglandi arbeiðs- og uppihaldsloyvið. Men ÍF venjarin gjørdi ímóti boðunum, hóast ráðgeving frá bæði FSF og leiðsluni í ÍF ráddi frá at brúka leikaran.
Aganevndin hevur gjørt av at:
ÍF verður dømt at tapa dystin 3-0
ÍF fær ávaring
ÍF venjarin fær leikbann í tveir dystir og persónliga bót á 1000 kr.
ÍF leikarin Ndende A. Gueýe fær leikbann í ein dyst
ÍF liðleiðarin fær leikbann í ein dyst fyri at hava sett leikaran á dómaraseðlan, tí hesin átti at vitað, at leikarin var ólógligur eftir drúgva samskiftið millum FSF og ÍF undan dystinum
Les allan úrskurðin við grundgevingum HER




