Norðlýsið hevur roynt at fingið fatur á úrskurðinum frá 2006, tá GÍ vann kæru um ein dyst, har ÍF eina løtu hevði ov nógvar leikarar í leiki.
Norðlýsið hevur roynt at fingið fatur á úrskurðinum frá 2006, tá GÍ vann kæru um ein dyst, har ÍF eina løtu hevði ov nógvar leikarar í leiki.
Norðlýsið hevur sent ein fyrispurning til FSF um at fáa innlit í, hvat úrskurðurin í 2006 bygdi á og hvussu málið annars var lýst. Mannagongdin fyri kærum var ikki tann sama í 2006 sum í 2015, sigur Virgar Hvidbro, sum er aðalskrivari í FSF.
– Tað var áðrenn føroyskur fótbóltur fekk aganevnd. T.v.s. at tað var kappingarnevndin, sum tók støðu.Tað var bert, um tað varð kært til dómsnevndina, at úrskurðurin var almennur og í hesum førinum var tað ikki kært til dómsnevndina, sigur Virgar Hvidbro við Norðlýsið.
Sostatt ber ikki til at fáa innlit í viðgerðina í 2006, tá úrslitið bleiv ein umdystur. Aganevndin viðger í hesum døgum kæruna frá ÍF, har brotsparkskappingin var hildin undir fortreytum, sum eru grundleggjandi ímóti fótbóltslógini. Fyrimunurin til liðið, sum er í yvirtali, sum skal taka ein leikara út úr leiki áðrenn brotsparkskappingina, bleiv ikki givin.
Nógv kjak er eisini millum fólk um, hvørt tað var ÍF, sum fekk fyrimun av støðuni og tí stendur veikari í sakini um at fáa í øllum førum tikið 10. brotssparkið av nýggjum. Summi vísa á, at ÍF slapp at velja millum 11 skjúttar og sostatt fekk fyrimun, meðan onnur vísa á, at 11. leikarin í leiki – og harvið tann ólógligi – brendi sítt brotsspark og tískil fekk ÍF als ikki fyrimun av støðuni, tí eingin veit, um ein lógligur leikari ikki hevði skorað í støðuni.
Les eisini:




