Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Úrslit Føroya Bjór Renningin 2021

Jóhann Lützen

Í ár bleiv talan um sigrar til Roysnið í árligu Føroya Bjór Renningini 2021, sum í ár var flutt frá Norðoyastevnu til 24. juli vegna Covid-19. Hetta var 24. ferð runnið verður miðbýnum. Líkindini at renna vóru hampuliga við mjørka, turt og lítið lot.

Hjá kvinnunum varð tað Arnbjørg Johannessen úr Roysnið, sum vann. Tíðin hjá henni bleiv 24.47. Henni næstar á mál komu Óluva Hvannastein úr Treysti og Karin Kirke Petersen úr Treysti.

Hjá monnunum bleiv tað sigur til Bjarki Johannesen úr Roysnið við tíðini 17.41. Hetta er fyrsti sigur hjá honum í Føroya Bjór renningini. Honum næstir komu Ingi Johannessen úr Roysnið og Markus Hvannastein úr Treysti.

Øll úrslitini síggjast niðanfyri.

Myndir, sum Jóhannes N. Poulsen hevur tikið, eru at finna á hesi leinkjuni Myndir – Føroya Bjór Renning 2021.