Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úrslitið av Føroya Bjór Renningi á Norðoyastevnu

John William Joensen

Í fagrasta veðrið fór 19. Føroya Bjór Renningin fram í miðbýnum leygardagin 6. juni kl. 11.00 á Norðoyastevnu. 70 rennarar høvdu boðað frá luttøku. Nú Skúlavegurin er stongdur, so skuldu nýggjar rutur rennast. 5 km rutan bleiv uppmátað týskvøldið frammandan, og nú skuldu rennast fyrst tvey umfør á umleið 700m og so tvey umfør á umleið 1.800m. Børnini runnu eisini eina nýggja sera hugnaliga rutu á umleið 450m. Øll byrjaðu og komu á mál uttanfyri Telebúðina.

 

Hjá monnunum kom eitt nýtt navn á vinnaralistan í Føroya Bjór Renningini, tá Jan Elmar Sørensen rann frá øllum og kom fyrstur á mál í tíðini 17.16 min. honum næstur kom Sam Vang við 17.32 min. meðan Andrias Hansen gjørdist nummar trý við 18.03 min.

 

Hjá kvinnunum var tað enn einaferð Rebekka Fuglø, sum vann tryggan sigur, men ávegis rann hon sína nógv bestu tíð nakrantið á 5 km teininum, og kom hon fyri fyrstu ferð undir 19 min. tá hon kom um málstrikuna eftir 18.40 min. Á øðrumplássi kom eitt ókent navn í rennihøpi, men kent í fótbóltshøpi. Tað var Ása K. Thomsen, sum rann sera væl og kom á mál í tíðini 20.32 min. frammanfyri navnframu Rigmor N. Arge við 20.39 min.

 

Í 1997 fyri 19 árum síðani, tá fyrsta Føroya Bjór Renning varð hildin í miðbýnum, vann Guttorm Sørensen bólkin hjá monnum, meðan sonurin Jan Elmar, sum tá var 6 ára gamal vann bólkin fyri dreingir undir skúlaaldur. Nú vann Jan Elmar bólkin hjá monnum, meðan Guttorm vann bólkin hjá veteranum. Nummar tvey og trý blivu Arnfinn Johannesen og Jonhard Larsen.

 

Rigmor N. Arge vann veteranbólkin frammanfyri Astrid Joensen og Monu Rasmussen. Superveteranbólkin vann Rani Nolsøe frammanfyri Theodor A. Olsen og Kristian í Lambanum.

 

Øll úrslitini finnast niðanfyri, og myndir, sum Jóannes N. Poulsen tók, finnast her: FBR 2015

 

Úrslit Føroya Bjór Renning leygardagin 6. juni 2015 kl. 11.00
Nr. Tíð Gentur -7 ár (f. 2008 ella seinni) – 450m
1 2.56 Rannvá Ryan 2010 Treysti
2 3.09 Durita Davidsen 2011 Norðoyri
3 3.24 Petrina T. Venned 2011 Treysti
4 4.40 Anna Jógvansdóttir 2012 Treysti
Dns . Heiða Jacobsen 2008 Bragdið
.
Nr. Tíð Dreingir – 7 ár (f. 2008 ella seinni) – 450m
1 2.09 Rókur Davidsen 2008 Norðoyri
2 2.56 Silas Olsen 2010 Klaksvík
3 2.59 Hans Andrias Arge 2010 Klaksvík
4 4.09 Villiam Jensen 2012
5 6.18 Sigfríður T. Venned 2012 Treysti
dns . Bárður Ólavsson 2008 Roysnið
.
Nr. Tíð Gentur – 10 ár (f. 2005-2007) – 450m
1 1.38 Vibeka Eihilt Sivertsen 2005 Treysti
2 2.00 Miriam Hávarsá 2005 Treysti
3 2.03 Karita Hávarsá 2007 Treysti
4 2.03 Lisa T. Venned 2007 Treysti
dns . Jóhanna Ólavsdóytir 2007 Roysnið
.
Nr. Tíð Dreingir – 10 ár (f. 2005-2007) – 450m
1 1.55 Jákup Olsen 2007 Klaksvík
Nr. Tíð Gentur – 13 ár (f. 2002-2004) – 1350m
1 4.51 Maria Biskopstø 2002 Treysti
2 5.34 Bergit Svarvadal 2004 Treysti
3 6.54 Maria Josephsen 2004 Treysti
dns . Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
.
Nr. Tíð Dreingir – 13 ár (f. 2002-2004) – 1350m
1 5.09 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
2 5.24 Rólant Langgaard Olsen 2004 Leirvík
3 5.27 Hans Elttør 2003 Treysti
dns . Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
.
Nr. Tíð Gentur – 17 ár (f. 1998-2001) – 1350m
1 4.47 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2 5.26 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
.
Nr. Tíð Dreingir – 17 ár (f. 1998-2001) – 1350m
1 4.37 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
2 4.44 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
3 5.00 Jákup Dahl Ljósheim 1998 Hvirlan
4 5.06 Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
.
Nr. Tíð Kvinnur (f.- 1999) – 5 km
1 18.40 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
2 20.32 Ása K. Thomsen 1992 Klaksvík
3 20.39 Rigmor N. Arge 1969 Hvirlan
4 22.30 Astrid Joensen 1967 Roysnið
5 22.47 Mona Rasmussen 1969 Treysti
6 23.09 Vera Larsen 1966 Treysti
7 23.12 Ingun G. Sørensen 1971 Treysti
8 23.15 Krista Thomsen 1979 Klaksvík
9 23.44 Helga Súsanna Johansen 1981 Treysti
10 24.07 Jorie Josephsen 1971 Treysti
11 24.41 Ruth Johannessen 1962 Treysti
12 25.12 Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
13 25.55 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
14 27.04 Olga Johannessen 1967 Roysnið
.
Nr. Tíð Kvinnur (f.1970 – 1999) – 5 km
1 18.40 Rebekka Fuglø