Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Úrslitið av seyðasýningini 2025

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 21.11.2025 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 verður almannakunngjørt. 

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri hjá IRF, hugleiðir um burturkast og leivdir frá fletting, sum í dag enda á brennistøðunum. ‘Vit brenna tað, vit áttu at eta’
Kaffisteðgur.
Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
Úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 verður kunngjørt, og  Bjørn Patursson, fyrrverandi stjóri á Búnaðarstovuni, handar virðislønirnar.
Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Stroymt verður frá tiltakinum í bólkinum ‘Seyðaáhugað’ á Facebook.