Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úrslitið av úttøkukappingini til norðurlandameistaraheitið í talvi: Rani Baldursson fer at umboða Føroyar í NM

Oliver Joensen

Rani Baldursson, sum mikudagin í vikuni fylti 16 ár, endaði næstovastur í úttøkukappingini fyri teir 15-16 ára gomlu leygardagin og skal tí saman við Olafi Berg úr Havn umboða Føroyar, tá NM verður til várs.

Tað eydnaðist Rana Baldursson at gerast annar umboðsmaðurin fyri Føroyar í aldursbólkinum 15-16 ár við komandi norðurlandsmeistaraheitið fyri telvarar, sum verður her heima til várs.
Teir 7 sum telvaðu leygardagin vóru hesir: Rani Baldursson úr Klaksvíkar Talvfelag, Sjúrður Thorsteinsson  av Tvøroyri, Jóhan Hendrik Ellefsen úr Miðvágs Talvfelag, Olaf Berg og Tummas Hans Rubeksen úr Havnar Telvingarfelag, Andras Ortind  úr Sørvági og Per Jacobsen úr Gøtu Talvfelag.

Olaf Berg
í serflokki.
Hetta var seinasti bólkurin, sum telvaði um úttøkuna til NM, og fekk tað eftir ætlan hjá Rana Baldursson, sum var einasta umboðið hjá Kl. Talvfelag í hesum aldursbólkinum.
Rani vann øll síni talv uttan tað eina, sum var ímóti Olafi Berg, ið má metast at vera í serflokki hesum aldursbólkinum. Eitt nú hevur hann longu í eina tíð telvað fyri 1. deild hjá Havnar Telvingarfelag.
Hjá so ungum telvarum kann styrkistalið snýta rættiliga nógv, tí tað er sera ójavnt, hvussu nógvar skrásettar dystir teir enn hava fingið høvið at telva, men nakað man tað siga, kortini.
Á føroyska styrkilistanum liggur Olaf Berg heilt uppi á  21. plássi við 2042 stigum, Rani Baldursson er nr. 126 við 1531 stigum, meðan Tummas Hans Rubeksen, sum gjørdist nr. 3 leygardagin, er nr. 177 við 1260 stigum.

Endaliga
úrslitið
í ovara enda av kappingini gjørdist henda:
Nr. 1 Olaf Berg, HT (úttikin) 6 stig
Nr. 2 Rani Baldursson,   KTF (úttikin) 5 stig
Nr. 3 Tummas Hans Rubeksen, HT 3 stig

Rani setti Olaf
undir trýst.
Framman undan hesi seinastu og endaligu úttøkukappingini var greitt, at Olaf og Rani vóru teir sterkastu tveir telvararnir í hesum aldursbólkinum.
Tí var sæð við serligum spenningi fram til dystin teirra millum, har Olaf var favorittur, hóast Rani onkuntíð fyrr hevur sett hann undir trýst.
Og soleiðis bleiv aftur hesa ferðina, tí eftir at Olaf við hvíta fólkinum var komin betur frá byrjan og hevði eitt ávíst álop á klaksvíkingin, so eydnaðist tað Rana at venda gongdini í dystinum, soleiðis at tað nú líka nógv var hann, ið hótti.
Í eftirmetingini av talvinum varð staðfest, at Rani ímóti endanum hevði tiltuskað sær eina vinnandi støðu, sum eisini merktist á Olafi, sum hesa løtuna brúkti tað nógva av síni írestandi tíð.
Hetta førdi so til, at tíðin hjá Olafi av álvara fór at ganga undan, men tað rakk kortini hjá havnarmanninum, tí hann vann talvið til allarsíðst, men tá vóru bara áleið 10 sekund eftir á klokkuni hjá honum!!
Hesin ósigurin hjá Rana fekk tó ongar serligar fylgjur fyri Rana, tí longu áðrenn seinasta umfarið í hesi kappingini, hevði hann vunnið sætið til NM.

Føroysku
umboðini.
Eftir úttøkukappingarnar er greitt at føroysku luttakararnir við NM2003 verða:
Bólkur A (1983-85): Hans Kr. Simonsen, KT og Martin Poulsen, HT.
Bólkur B (1986-87): Olaf Berg, HT og Rani Baldursson, KTF.
Bólkur C (1988-89): Rógvi Mortensen, HT og Heri Thomsen, GT.
Bólkur D (1990-91): Helgi D. Ziska, HT og Margar Berg, HT.
Bólkur E (1992 og yngri): Rógvi E. Nielsen, ST og Hjalti J. Toftum, HT.