Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Úrslitið frá landsseyðasýningini 2025

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 21. novembur 2025 vórðu úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.
Á hvørjum heysti eru staðbundnar seyðasýningar úti um landið, har góðkendir sýnarar døma brundseyð. Seyðurin, ið antin hevur fingið úrvalspremiu ella 1. premiu á teimum staðbundnu sýningunum, kann síðan verða meldaður til Landsseyðasýningina, ið Búnaðarstovan skipar fyri, sum liður í arbeiðinum at ala fram so lýtaleysan seyð í Føroyum, sum gjørligt. Til Landsseyðasýningina verða tilmeldaðu seyðirnir sýnaðir umaftur av útvaldum sýnsmonnum, bidnir til uppgávuna av Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir, og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Avgerðin
Úrslitini fyri 2025 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 21. november 2025 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 80 áhugaði vóru komin saman, umframt at nærum 180 fólk fylgdu við á netinum. Tiltakið byrjaði við, at Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.

Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum. 
Sigud L. Lamhauge, stjóri hjá IRF, hevði framløgu um burturkast og leivdir frá fletting, sum í dag enda á brennistøðunum. ‘Vit brenna tað, vit áttu at eta’
Eftir kaffisteðgin var enn ein sangur sungin, áðrenn videoupptøkur av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki vórðu vístar. Síðan kunngjørdi  Bjørn Patursson, fyrrverandi stjóri á Búnaðarstovuni, úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 og handaði virðislønirnar.
Úrslitini vóru hesi:

Veðragjólingar:
1. Virðisløn: Tummas Rubeksen, Argir
2. Virðisløn: Dánjal Pauli í Búðini, Velbastaður
3. Virðisløn: Sørin Petersen, Viðareiði
 
Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn: Dan M. Olsen, Rituvík
2. Virðisløn: Tummas í Niðristovu, Vestmanna
3. Virðisløn: Hartvig Hammer, Hvalba
 
Eldri veðrar:
1. Virðisløn: Thorvald Lútzen, Syðradalur
2. Virðisløn: Dánjal í Húsinum, Kollafjørður
3. Virðisløn: Dam M. Olsen, Rituvík