Bakkafrost kann vísa á sera góð úrslit av teirra royndum við at nýta feskvatn í viðgerðini ímóti laksalús.
”Virknaðurin hevur verið heilt uppi á 99,1%,” skrivar Bakkafrost á heimasíðu síni.
Avlúsingin gongur fyri seg á tann hátt, at laksurin svimur í ein feskvatnstanga umborð á brunnbátinum ”Hans á Bakka”, og eftir at hava verið í ferska vatninum eina góða løtu, eru lýsnar farnar av honum, og laksurin verður settur aftur á sjógv.
Fyrimunurin við hesi viðgerðini er, at við henni slepst undan at nýta kemisk evni, og viðgerðin er ein eftirgerð av gongdini í náttúruni, har villur laksur svimur niðan í áirnar at gýta og samstundis verður hann reinsaður fyri lús.
Á Bakkafrost fegnast tey um, at henda viðgerðin hevur víst seg at geva so góð úrslit.




