Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úrvaldir norðurlendskir solistar vitja.

Oliver Joensen

Í samstarvi við 100 ár haldið hjá Tórshavnar Kommunu, fer Einleikarafelag Føroya og Norðurlandahúsið, at skipa fyri konsert leygardagin 7. november kl. 16.00.

Tað eru tónleikarar úr Noregi, Íslandi, Finnlandi, Danmark og úr Føroyum, ið fara at framføra eina blandaða skrá við solo- og samanspæli. Nøkur av fremstu, klassisku ungu talentunum úr Norðanlondum, eru við á konsertini m.a. klaverleikarin Joachim Kwetzinsky úr Noregi og hørpuleikarin Tine Rehling úr Danmark.

Føroyska íkastið er Nikolaos Kapnas, ið fer at framføra tónleik eftir William Heinesen á solo bratsj.

Føroyska solistafelagið, ið nevnist Einleikarafelag Føroya, hevur júst fingið sjálvstøðugan limaskap í Norðurlendska Solistráðnum og er føroyska felagið í ár vertur fyri Nordsol, ið er ársfundur og konsert Ráðsins.

Limir í felagnum eru føroyskir yrkistónleikarar innan klassiskan tónleik, ið búgva í Føroyum og uttanlands. Felagið varð stovnað í 2007 og í nevndini fyri felagið sita Ólavur Jakobsen, ið er formaður, Jóhannes Andreasen er skrivari, meðan Ragnar Olsen er kassameistari. Jóhannes Andreasen hevur verið samskipari á hesi verkætlan, ið hann eisini upprunaliga tók stig til.

Vitjandi tónleikararnir eru allir úrmælingar á ljóðførum sínum og er tað við ikki sørt av stoltleika, at føroysku solistarnir nú bjóða starvsfeløgunum úr hinum Norðanlondum til føroyska høvuðsstaðin og heimbý Williams, at framføra í Norðurlandahúsinum.
Framførslan er í Klingruni, tí mett verður, at hølið er sera væl egnað til júst hørpu, bratsj, gittara og solo sang við klaverfylgispæli.

Konsertin er leygardagin 7. november kl.16.00 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki á kr. 100,- eru til keyps á www.nlh.fo ella við dyrnar.

Hesi framføra:

Tanja Kauppinen-Savijoki, sopran og Risto Kyrö, klaver, Finnland – Joachim Kwetzinsky, klaver, Noreg – Toke Lund Christiansen, floyta og Tine Rehling hørpu, Danmark – Páll Eyjólfsson, gittar, Ísland og Nikos Kapnas, bratsj, úr Føroyum

Les meira á www.einleikarafelag.net