Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

USA hevur bumbað herðnarligan flogvøll í Syria

John William Joensen

USA hevur skotið meira enn 50 Tomahawk kryssara rakettir eftir einum hernaðarligum basa í Syrien, sum er kendir fyri at hava tætt samband við russiskar herðdeildir. Hetta kemur sum beinleiðis svar uppá álop við kemiskum vápnum sum herðnarlig flogfør hjá Assad framdu móti sivilfólki í einum uppreistrarbýi í vikuni.

Trump segði at hann hevði tikið hesa avgerð eftir at hava sæð tað sum gekk fyri seg í Sýria.

– Eg veit hvat eg havi sagt alment um at blanda USA uppí herðnarlig átøk uttanlanda. Men eg eri ikki ein persónur, sum heldurs eg til tað sum man einaferð hevur sagt, líkamikið hvat hendur í heiminum. Vit hava seinastu 6 árini loyvt Assad at gera sum hann vil, uttan nakað fekk avleiðingar og tí er hann farin út um øll mørk, segði Trump í gjár við tíðindafólk.

– Assad er nú mín trupuleiki, og eg skal sjálvur taka mær av honum, um eingin annar vil, segði Trump, sum í nátt gav boð til amerikanskar deildir at bumba ein militerbasa har tað er alment kent at russiskardeildir eisini halda til sum hava styðja Assad.

Samstundis hevur Trump tikið stóra frástøðu til russiska leiðaran Putin, sum hann annars hevur verið ákærdur fyri at hava gott samband við.

Avgerðin varð tikin minni enn 24 tímar eftir Syriska álopið og sum skilst tók amerkanski forsetin avgerðina uttan at kunna sínar sameindu fyrst, og hetta er í trá við tað sum Trump hevur sagt, um at hann sjálvur skuldi taka sær av Assad um eingin annar vildi.