Eftir uppskoti frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í skúlamálum, samtykti Føroya Løgting 31. mai 2012, eina útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík upp á umleið 1900 fermetrar, sum skal byrja á vári í ár, 2013.
Eftir uppskoti frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í skúlamálum, samtykti Føroya Løgting 31. mai 2012, eina útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík upp á umleið 1900 fermetrar, sum skal byrja á vári í ár, 2013.
Skal hýsa matvøru-, yrkis-
og miðnámsútbúgvingum
Av heimasíðu Føroya Løgtings framgongur, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, tann 2. desember 2011 sendi løgtinginum ”Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík”.
Uppruna uppskotið er orðað soleiðis: “§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Stk. 2. Útbyggingin skal hýsa matvøru-, yrkis-, miðnáms- og maritimum útbúgvingum. Stk. 3. Byggikostnaður kann í mesta lagi vera 36 mió. kr. Stk. 4. Játtanin er veitt sum rentu- og avdráttarfrítt stuðulslán til sjálvsognarstovnin Tekniska Skúla í Klaksvík við tí treyt, at Mentamálaráðið lýsir veðrætt í skúlanum fyri einum rentu og avdráttarfríum stuðulsláni svarandi til byggikostnaðin. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2017”.
Undir løgtingsviðgerðini av málinum varð samykt eitt broytingaruppskot um, at “Útbyggingin skal hýsa matvøru-, yrkis- og miðnámsútbúgvingum”, og varð uppskotið við nevndu broyting síðan samtykt við triðju viðgerð 31-05-2012 20:38 við 24 atkvøðum fyri, 2 ímóti og 2 blonkum atkvøðum.
Løgtingslógin lýst 7/6-2012
LØGTINGSLÓG NR. 77 FRÁ 7. JUNI 2012 UM AT ÚTBYGGJA TEKNISKA SKÚLA Í KLAKSVÍK fekk síðan formligt gildi, við tað at hon varð lýst í kunngerðarblaðnum av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni.
1900 fermetrar fyri 36 mkr.
Í skrivi frá Landsverki til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, dagfest 29. mai 2012, sum liggur til grund fyri løgtingsins samtykt, verður upplýst, at talan er um eina útbygging á samanlagt umleið 1900 fermetrar, sum Landsverk metir kann fremjast fyri ein samlaðan kostnað á 36 mkr. Hesin kostnaður svarar til smáar 19.000,- kr. fyri fermeturin.
Víðari greiðir Landsverk frá, at landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at útbyggingin av Tekniska Skúlanum í Klaksvík skal hýsa (1) matvøruútbúgvingini, sum í dag húsast á Sjómansskúlanum (24 næmingar um árið), og (2) HF-deildini í Klaksvík (2 spor = 104 næmingar um árið).
Sambært samtykt Føroya Løgtings skal útbyggingin av Tekniska Skúlanum í Klaksvík byrja á vári í ár, 2013.




