Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útbjóðing av timburarbeiði

Kunngerð

Í samband við víðkan og broytingar av felagshúsinum við Margáir í Streymnesi verður timburarbeiði  hervið boðið út í almennari lisitatión samsvarandi galdandi reglum.

Arbeiðið fevnir um innilokan av nýggjum tilbygningi og nýggja takkonstruktión yvir bygning og skýli.

Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til Westtec Sp/f á Hálsi 22, FO-380 Sørvágur, tlf. 333366,

t-postur: wt@wt.fo

Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur “Felagshúsið við Margáir”, skulu vera skrivstovuni hjá

Sunda kommunu, Oyrarbakkavegur 3, FO-400, Oyrarbakki, í hendi seinast mánadagin 25. Mars 2019 kl. 1300.

Lisitatiónin verður sama dag kl. 1305, har teir bjóðandi hava møguleika fyri at verða hjástaddir.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ongum at taka av.

 

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3,

FO-400, Oyrarbakki

Tlf.: 667271

t-postur: sunda@sunda.fo

Harleywoodpaint