Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útboð av matstøðum og kiosksølu í Vága Floghavn

Tíðindaskriv

Leiðslan í P/F Vága Floghavn hevur við kunngerð í Dimmalætting, í Sosialinum og VP.FO nú bjóðað raksturin av matsøluvirksemi í Vága Floghavn út alment. Útboðið fevnir eisini um sølu av kioskvørum.

Leiðslan í P/F Vága Floghavn hevur við kunngerð í Dimmalætting, í Sosialinum og VP.FO nú bjóðað raksturin av matsøluvirksemi í Vága Floghavn út alment. Útboðið fevnir eisini um sølu av kioskvørum.

Útboðið fevnir um samlaða rættin til rakstur av trimum matstøðum á flogvøllinum. Tvey matstøð; eitt minni á landside og eitt størri á airside verða í nýggju farstøðini hjá Vága Floghavn. Harumframt bjóða vit út køkin og part av økinum í gomlu farstøðini. Í nýggju farstøðini verður møguligt at selja til bæði komandi og farandi ferðafólk, eins og onnur viðskiftafólk.

Ætlanin er, at nýggja farstøðin skal lata upp í seinasta lagi 1. juni 2014, tó so, at hetta kann framskundast ella seinkast, um byggiarbeiðið av nýggju farstøðini verður framskundað ella seinkað. Tá ið verður latið upp er ætlanin, at matstøðini skulu verða opin fyri sølu hvønn dag í vikuni í minsta lagi frá kl. 07:00 til 21:00, og annars í sambandi við alla regluliga altjóða flúgving um Vága Floghavn.

Øll, ið hava áhuga og sum lúka útboðstreytirnar, og sum hava keypt útboðstilfarið frá P/F Vága Floghavn, kunnu lata inn tilboð. Fyri at fáa útboðstilfarið skulu áhugaðir tilboðsgevarar rinda eitt gjald uppá kr. 10.000 til P/F Vága Floghavn. Vága Floghavn tilskilar sær rætt til at arbeiða við útbjóðingartilfarinum fram til 17. sept. 2013.

Freistin fyri at lata inn tilboð er úti mánadagin tann 7. oktobur 2013 kl. 12:00.

Metingin av innkomnu tilboðunum verður framd í tveimum umførum; útveljingarumfarinum, har mett verður um førleikar tilboðsgevarans, og tillutingarumfarinum, har ítøkilig meting verður framd einans av tilboðum teirra, sum eru mettir at hava neyðugu førleikarnar at reka útbjóðaða virksemið.

P/F Vága Floghavn væntar at hava valt vinnandi tilboðið í viku 44 ella 45 í 2013.

”Umstøðurnar fyri at reka eina munagóða matstøð á flogvøllinum í Vágum verða nú munandi betri. Matstøðini fevna um tríggjar eindir, sum kunnu tilrættaleggjast og gagnnýtast soleiðis at viðkomandi, sum kemur at reka matstøðini, kann veita eina góða tænastu til komandi og farandi ferðafólk og viðskiftsfólk annars. Harumframt eiga umstøðurnar at føra við sær, at sølan av mati á flogvøllinum verður enn meira burðardygg fyri tey sum koma at reka tað.

Fyri Vága Floghavn merkir hetta, at flogvøllurin kann fáa fleiri inntøkur sum gera, at tað verður lættari at reka flogvøllin í Vágum. Tað kemur til endans brúkarunum til góðar”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.

Spurningar um hetta tíðindaskriv kunnu vendast til Jákup Sverra Kass, stjóra í P/F Vága Floghavn, á tel. +298 212500

Sørvágur, tann 3. septembur 2013

Leiðslan