Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útbúgving av kavarum innan frálandavinnu, í Klaksvík

Jóhann Lutzen

Føroyski vinnukavaraskúlin skipar í oktober fyri einum kavaraskeiði innan frálandavinnu, í Klaksvík

Føroyski vinnukavaraskúlin skipar í oktober fyri einum kavaraskeiði innan frálandavinnu, í Klaksvík

Hendan útbúgvingin, er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Við hesi útbúgving og teimum øktu vinnumøguleikum hendan útbúgvingin gevur, kunnu føroyskir kavarar og fyritøkur teirra bjóða kundum sínum munandi fleiri og meira fjøltáttaðar tænastur.

Eisini vil ein slík útbúgving gera tað lættari hjá føroyskum kavarafyritøkum, at bjóða seg fram at loysa uppgávur aðrastaðir.

Harumframt kunnu føroyskar kavarafyritøkur eisini lættari bjóða seg fram tá stórar verkætlanir innan bæði alivinnu, oljuvinnu og aðrar frálandavinnur skulu avgreiðast her um oyggjar okkara.

Um kavaravinnan hevur vælútbúgvi starvsfólk, vil hetta sjálvandi eisini verða vit til at styrkja støðuna hjá Føroyum sum ein Maritimur Tænastudepil í Norður Atlantshavi.

Harleyfacadeacryl