Undanfarnu fimm árini hava vit givið onkrum einstaklingi Útbúgvingarvirðislønina. Í ár fara vit annan veg. Hesaferð vilja vit fegin, at handanin skal verða stimbrandi fyri skúlapolitiskt kjak í Føroyum viðvíkjandi miðnámi sum heild. Skúlapolitiskt kjak hevur ikki verið alt ov vanligt í Føroyum – enn minni tá ið miðnámi umræður. Men hetta er avgerandi neyðugt, skal tað eydnast okkum at menna føroyskan skúlaskap nøktandi og á ein hátt, soleiðis at vit sjálvi kunnu vera hesum “bekent”. Taka vit stóru umskipanina í deplar, ið nú fer fram, saman við stóru skúlabyggingini í Marknagili, hava miðnámsskúlalærarar ikki verið loyvdir at koma alt ov nær hesi tilgongd -í øllum førum ta stund – tá ið sett varð út í kortið og tá tær stóru avgerðirnar vórðu tiknar. Kanska hava vit sjálvi eisini hildið okkum aftur og ikki verið nóg framlig. Hetta eiga vit at fáa broytt.
Vit hava nú fingið eitt forum, har hetta kjak kann fara fram. Hesi seinastu tvey árini er komið út rit fýra ferðir um árið. Tað hevur tikið upp og viðgjørt fleiri tættir á undirvísingarøkinum m.a. málspurningin, fakfelagspolitikk, útbúgvingarpolitikk og námsfrøði.
YF vil fegið heiðra Miðnámsritið fyri hetta slóðbrótandi arbeiðið, tað hevur byrjað. Vit ynskja báðum ritstjórunum Olav Absalonsen og Tórður Jóhannesarson tillukku og góða eydnu við Miðnámsritinum hereftir.




