Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útbygging av Tórshavnar havn er neyðug

John William Joensen

Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, er sannførdur um at skal Tórshavnar Havn varðveita sítt inntøkugrundarlag, sítt virksemi og síni arbeiðspláss – so er tað rætt av býráðnum – eins rætt og tað var tá hann sæt sum býráðsformaður – at byggja út og røkja sínar skyldur mótvegis kundum og borgarum, sigur hann í viðmerking til Norðlýsið.

Eg havi sjálvur, sum býráðsformaður, lagt eitt tilsvarand havnauppskot (Nyhavn) fyri friðingarmyndugleikararnar í endanum av 80-unum. Uppskotið líkist nógv tí sum er frammi í dag – tó vit høvdu ongan bátahyl. Upskotið var í 3 stigum.

1. var at fylla frammanfyri skansan og yvir til EIK.

2. var tað sum vit kalla Nyhavn og 3. var fylling longur út í fjørðin og ein longri moli. Friðingarmyndugleikararnir søgdu tá nei, men loyvdi okkum at byggja Nyhavn og tað gjørdu vit – tann útbyggngin kostai 125 mió. og fluttu vit tá 1,6 mió. m3 av gróti av Gulanum (Glyvrsnes). Nógv vóru tó ónøgd – summi tí vit brúktu so nógvar pengar og onnur tí at tey heldur vildi hava Havnina onkra aðra staðni. Men tað stutta av tí langa er at útbyggingin er størsta og besta íløga kommunan nakrantíð hevur gjørt. Skal Tórshavnar Havn varðveita sítt inntøkugrundarlag, sítt virksemi og síni arbeiðspláss – so er tað rætt av býráðnum – eins rætt og tað var tá eg sæt sum býráðsformaður – at byggja út og røkja sínar skyldur mótvegis kundum og borgarum

Harleyfacadeacryl