Tað er leygarmorgun, sólin bakar niður, og eftirsum tað er 3. juni er at vóna at summari nú er komið.
Tað eru ikki nógvir dagar síðani at kavi lag í fjøllunum rundan um okkum.
Konan hevur frí í dag, tað er hvítusunnuaftan, so tað er lag á manni at fara sær ein familjutúr í hagan, og njóta dýrdarveðrið.
Standandi frammanfyri vindeyga henda vakra morgun, lítandi út á Borðoyavík, Grøv og Gravardal, kemur mær til hugs megnararbeiði okkara býargartnari Hans Hjalti og hansara menn hava lagt í Grøvina, og nú eisini Gravardal. Nú ein dagin herfyri rann eg mær ein túr eftir gøtunum, sum nú snúgva seg langt niðan í Gravardal. Har eru brúgvar yvir um áir, og benkir standa fram við ánni. Eitt satt paradís.
Børnini hugnaðu sær óført í ánni, so grillaður búffur og fronsk hotdog kom væl við eftir ein svimjitúr í ánni.
Eg tók nakrar myndir á útferðini, og kunnu tær tala fyri seg.
Heilsan
Jonhard




