Okkara menn í bláum, hava brúk fyri øllum tí stuðli ein kann hugsa sær. Tí skipar fjepparafelagið hjá KÍ fyri bussferð sunnudagin.
Hóast mótstøðan hjá okkara ungu leyvum hevur verið sterk, fyrst á útivølli móti NSÍ, og síðani á heimavølli móti Víkingi, kann roknast við, at dysturin móti B36 verður eitt satt óðnarveður. B36 hevur higartil spælt tveir landskappingardystir, har teir snøgd sagt hava trumla liðini niður. Tí skulu okkara menn verðuliga føla, at teir spæla á heimavølli í Gundadali sunnudagin!
Upphitingin hjá teimum bláu fjepparnum byrjar kl. 12:30 í Maverick, síðan verður farið avstað við bussinum kl. 13:30
Bussferðin kostar einans 100,- kr. Farið verður norð aftur beint eftur dystin. Tilmelding á tlf. 224176 (Eyðun), 599545 (Joan Pauli) ella á 252447 (Bertha).
Tilmeldingararfreist er til og við leygarkvøldið kl. 18:00, avmarkað pláss.
Við vón um, at nógv fólk møta upp!!!
Koyr á KÍ…




