Nýggji glastrevjabáturin Jósup, sum sp/f Mykines eigur, kom til landið í fjør summar, bjóðar útferðir um alt landið. Hesaferð vilja vit bjóða norðoyingum eina serstaka uppliving.
Nýggji glastrevjabáturin Jósup, sum sp/f Mykines eigur, kom til landið í fjør summar, bjóðar útferðir um alt landið. Hesaferð vilja vit bjóða norðoyingum eina serstaka uppliving.
Um tørvur er koyrir bussur til Sørvágs og aftur til Klaksvíkar aftaná. Bussurin koyrir úr Klaksvík kl 13.00 og heim aftur uml kl 20.45. Kostnaðurin fyri buss er 60kr.
Sjálvur túrurin umfatar:
Sigling til Mykinesar hvar frásøgumaður tekur ímóti á lendingini.
Komin í bygdina verður gjørt klárt at fara gongutúr út í hólm, túrurin tekur uml 3 tímar.
Afturkomin í bygdina verður bjóða til stórt føroyskt sjálvtøkuborð.
Fráferð úr Mykinesi uml kl 20.00
Túrurin kostar 600kr pr pers, børn 5-14 ár 1/2 prís
Tilmelding fer fram á tlf 210870 ella teldupost mykines.maja@gmail.com, seinasta freist er fríggjadagin 27 juni kl 12.00
Túrurin kann einans gerðast um nóg nógv tekna seg.
sp/f Mykines
Tel. 210870




