Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útferð við kvinnunum

Oliver Joensen

KÍ skipar fyri bussferð til Havnar í samband við 1. deildardystin hjá KÍ-kvinnunum ímóti B36 leygardagin.

Kvinnurnar hjá KÍ hava góðan møguleika at gerast Føroyameistarar leygardagin í dystinum ímóti B36 kvinnunum leygardagin. Støðan er nevniliga hon, at frammanundan dystinum eru KÍ kvinnurnar trý stig frammanfyri B36. Um B36 skal gerast Føroyameistari, so skulu tær vinna dystin ímóti KÍ við 23 málum.
KÍ sigur, at farið verður við Dúgvuni kl. 10.15 leygarmorgunin, dysturin verður leiktur kl. 13.00 og farið verður úr aftur Havnini eftir dystin.
Um nóg nógv tekna seg áðrenn kl. 16 fríggjadagin, verður busstúrurin fyriskipaður.
Kostnaður: ímillum 40 og 60 kr, bundið at hvussu nógv tekna seg og harafturat kemur so kostnaðurin fyri Dúgvuna.
Tekning hjá Bill McLeod á tlf. 218022.