Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útflutningskreditt og eftirútbúgving

John William Joensen

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna spyr um útflutningskreditt og um møguleika hjá handverkarum at luttaka á førleikagevandi eftirútbúgvingarskeiðum í Danmark

Munnligur fyrispurningur
til
Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
um
útflutningskreditt til føroysku vinnuna

– Í hvønn mun luttekur Vinnumálaráðið og/ella Fíggjarmálaráðið í fyrireikingunum, at fáa løgfrøðiligu og praktisku viðurskiftini kring skipanina hjá danska Eksport Kredit Fonden um lán og endurtrygging til útflutningsfyritøkur?

– Er nøkur roynd gjørd at fáa eina føroyska skipan, snikkaða til tørvin hjá føroysku vinnuni?

– Eru metingar gjørdar av, hvussu stórur er tørvurin hjá føroysku vinnuni at gerast partur av slíkari skipan?

– Í mun til endurtryggingarpartin, skal Føroya landsstýri luttaka á jøvnum føti við donsku stjórnina, og um so er, hvussu nógvar pengar fer landsstýrið at seta av?

– Taka allir flokkarnir í ABC-samgonguni undir við, at landsstýrið enn einaferð letur danir koma við loysnunum fyri okkum?

Viðmerkingar

“Gøtan verður nú greidd fyri føroyskar útflutningsfyritøkur, ið seinastu mánaðirnar hava havt trupulleikar av vantandi útflutningskredittum.” Skrivaði Vinnumálaráðið herfyri, og vísti á, at føroyskar útflutningsfyritøkur kunnu fáa atgongd til 20 mia. kr., sum Danmark í sambandi við Bankapakka II setur av til útflutningslán.

Víst verður á, at føroyskir fiskaútflytarar havt trupult við at avseta vørur sínar uttanlands, tí trygd kann ikki veitast fyri, at útflutningsfyritøkan veruliga fær pening fyri vøruna, eftir at hon er avskipað.

Fríggjadagin samtykti Fíggjarnevndin hjá danska Fólkatinginum karmarnar fyri nýggju útflutningslániskipanini, og fer Eksport Kredit Fonden (EKF) komandi trý árini at veita útflutningslán fyri 20 mia. kr. til útflutning, sum hevur eina kredittíð, ið er longri enn tvey ár.

Landsstýrismaðurin heldur uppá at hava loyst ein stóran trupulleika hjá vinnuni, men hesin partur av skipanini, hevur neyvan størsta áhugan hjá føroysku fiskaútflytarum, sum vanliga virka við heilt stuttari kreditttíð (vikur/mánaði – ikki ár).

Ein annar partur av skipanini er at EFK kann endurtryggja ein part av tí váðanum, sum privatu tryggingarfeløgini átaka sær í sambandi við útflutningstryggingar. EFK arbeiðir í løtuni við at fáa skipanina uppá pláss. Einki hevur verið at hoyrt um at føroyskir myndugleikar luttak í hesum arbeiði.

Nú landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at føroyskar fyritøkur skulu vera partar av hesi skipan, er áhugavert at frætta í hvønn mun Vinnumálaráðið og/ella Fíggjarmálaráðið luttaka í fyrireikingunum, sum nú fara fram, til tess at fáa løgfrøðiligu og praktisku viðurskiftini kring skipanina uppá pláss.

Umráðandi er, at ein slík skipan er gjørd so hon hóskar til tørvin hjá føroysku vinnuni. Men hevur landsstýrið yvirhøvur gjørt nakra slíka roynd?

Landsstýrismaðurin hevur málað litfagurt um at føroyska vinnan fær atgongd til 20 milliardir í danska eksportkassanum. Men lítið hevur verið at frætt um í hvønn leiklut landsstýrið hevur í skipanini og júst á hvønn hátt skipanin er tilpassað tørvin hjá føroysku útflutningsfyritøkunum.

At gerast partur at skipan saman við øðrum landi kann vera gott, um talan er um javnsett samstarv millum javnsettar partar. Men, er talan bert enn einaferð – soleiðis sum vit hava sæð við bankapakkunum – um, at landsstýrið sleppur ábyrgdini frá sær at letur danir taka ábyrgdina fyri okkum, so er stórur vandi fyri, at skipanin fer at vísa seg als ikki at verða egnað til tørvin hjá okkara vinnu, og vit standa við ongum alternativi.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur

til

Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í útbúgvingarmálum

Viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyskum handverkarum at luttaka á førleikagevandi eftirútbúgvingarskeiðum í Danmark (AMU)

– Hvat hevur landsstýriskvinnan gjørt við spurningin um at loysa trupulleikan, at føroyskir handverkarar ikki longur hava atgongd til at eftirútbúgva seg á sonevndum arbeiðsmarknaðarútbúgv¬ingar¬skeiðum (AMU) í Danmark?
– Hevur málið verið viðgjørt millum Mentamálaráðið og danska útbúgvingarmálaráðið?

Viðmerkingar

Undirritaða setti í november í fjør landsstýriskvinnuni ein fyrispurning um sama mál. Tá svaraði landsstýriskvinnan, at málið fór at verða tikið upp í næstum.

Málið snýr seg um, at føroyingar í august 2007 mistu møguleikan at luttaka á sonevndu AMU-eftirút¬búgvingarskeiðum í Danmark. Av tí at handverkaravinnan í stóran mun hevur nýtt hetta tilboðið, er tað ein stórur trupulleiki, at vinnan nú er avskorin frá hesum. Hetta gongur beinleiðis ímóti støðuni, sum hon annars er á útbúgvingarøkinum, har føroyingar hava atgongd til útbúgvingar í Danmark og hinum Norðurlondunum, eins og danir og norðurlendingar annars hava atgongd til útbúgvingar í Føroyum.

Orsøkin til, at danir hava broytt viðurskiftini, er, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki gjalda í donsku AER-skipanina (Arbejdsgivernes Elevrefusion), ið gevur endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Danskir myndugleikar hava tí stongt fyri møguleikanum hjá føroyingum (og grønlendingum) at fáa atgongd til vanligu AMU-skeiðini. Eisini hóast føroyingar sjálvir gjalda fyri luttøkuna.

Bertel Haarder, danskur undirvísingarráðharri, hevur í svari til Sjúrð Skaale á Fólkatingi upplýst, at hann vildi kanna møguleikan fyri at lata føroyingar og grønlendingar keypa sær pláss á AMU. Sum omanfyri nevnt hevur landsstýriskvinnan í skúlamálum eisini sagt, at hon vil loysa málið.

Sera umráðandi er, at føroyska vinnan hevur atgongd til góðar eftirútbúgvingar-møguleikar, og at Føroyar hava neyvt samstarv á hesum øki við okkara grannalond.

Av tí at talan “bert” er um at fáa atgongd til eina verandi skipan, og báðir ráðharrarnir á økinum hava sýnt jaligan vilja, eigur tað helst ikki at taka so langa tíð at loysa málið.

Á Løgtingi, tann 10.februar 2009

Bjørt Samuelsen