Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útflutningurin av fiski minkaður eina mia. kr.

Tíðindaskriv

Nú tað bert manglar ein mánaði í uppgerðini av útflutninginum, kann staðfestast, at stór minking er í útflutninginum í 2018 samanborið við 2017.

Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður í mun til somu mánaðir í fjør. Útflutningurin í virði av fiskavørum er minkaður eina góða mia. Tað er 13%.

Í nøgd er útflutningurin av fiskavørum minkaður 9%.

Tað eru serliga laksur og uppsjóvarfiskur, sum minni er útflutt av.

Útflutningurin av sild og makreli er minkaður tilsamans 580 mió. kr. og útflutningurin av laksi næstan 600 mió. kr.

Hinvegin er meiri útflutt av toski og hýsu, eins og tað er meiri útflutt av svartkjafti.

Bólkurin “aðrar vørur” vísur eisini ein vøkstur, men her eru skrásetingarnar ikki fullfíggjaðar enn, so tann vøksturin verður helst minni, tá alt 2018 verður uppgjørt um ein mánað.

 

Les meira her.