Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útfyllingin Norðanfyri Norðborg er byrjað

Oliver Joensen

Nú byrja vit rættuliga at síggja nakað til grótið úr Norðoyatunlinum. Stórir lastvognar koyra stútt út á Norðborg við tilfari.

Higartil er meginparturin av ífyllugrótinum, sum komið er úr Norðoyatunnlinum brúkt við Borðoyarvík. Ein stór útfylling er gjørd sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík og fram við landinum har, ímeðan nakað er brúkt til nýggja vegastubban av Flesjavegnum og yvir á Oyravegin.
Men nú sæst meira til tungu ferðsluna, tí nú verður koyrt úr tunnlinum og út í Klaksvík og út á Norðborg, har eitt stórt øki skal fyllast upp, fyrist og fremst at gera meira pláss fyri trongliga kontainaraplássinum á vestara keiøki, men eisini er ætlanin at virkisbygningar skulu reisast á økinum. Fyribils í hvussu so er eru ongar ætlanir um kaikant frá Norðborg og norðureftir.

Harleywoodpaint