Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útgávukonsert í Atlantis

Høgni Klakkstein

Høgni Lisberg klárur við síni triðju fløguútgávu. Høgni Lisberg verður í Atlantis leygarkvøldið 6. des. kl.21:00

Høgni – Hare! Hare! er stutta, men løgna heitið á triðju tónleikaútgávuni frá Høgna Lisberg í egnum navni. Á fløguni eru tíggju løg, og eru stílur og løg sera organisk og livandi. Samstundis er ljóðið á útgávuni nútímans og í tíðarinnar anda. Fyrsti sangurin av fløguni, sum Útvarp Føroya hevur sett í umfar eitur Soul Company og longu nú er greitt at lagið er komið á fimta pláss á popularitetsbarometrinum 15 Tær Bestu. Um fløguna Høgni – Hare! Hare! kann annars sigast, at hon er prentað av Jakebox í Svøríki. Hendan fyritøkan er so mikið tilvitað um umhvørvið, at alt starvsfólkið súkklar til arbeiðis og at orkan, sum verður brúkt á arbeiðsplássinum, kemur frá vindorku – talan er sostatt um rættiliga grøna vøru!
Í desember mánaða fer Høgni at spæla konsertir ymsastaðni í Føroyum, har føroyingar fáa forrætt at hoyra nýtt tilfar frá einum av okkara mest eldhugaðu tónleikarum. Eftir hetta fer Høgni ein túr til evropeiska meginlandið, har hann er í januar mánaða er boðin at spæla í franska býnum Cannes. Orsøk til hetta er altjóða tónleikamessan MIDEM, hvørs umboð hava boðið Høgni at spæla á tiltakinum MIDEM Talent Showcase 2009.

Nýggja fløgan hjá Høgna Lisberg kemur út mánadagin 1. desember, men longu nú kunnu brot úr fløguni hoyrast á netinum. Leita fram síðuna atlantis.fo og hoyr tónleikin har.

Høgni Lisberg verður í Atlantis leygarkvøldið 6. des. kl.21:00. Atgongumerki á kr.100,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis ½ tíma áðrenn konsertina.