Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útgávukonsert við Niels og Nikolinu Midjord í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Dagarnar 4., 5., 6. og 7. juli er Varmakeldustevna á skránni við stórari og góðari skrá. Mentanarhúsið er sjálvandi karmur um nógv góð tiltøk hesar dagarnar.

Dagarnar 4., 5., 6. og 7. juli er Varmakeldustevna á skránni við stórari og góðari skrá. Mentanarhúsið er sjálvandi karmur um nógv góð tiltøk hesar dagarnar.

Fríggjakvøldið tann 5. juli kl. 20.30 er útgávukonsert við Niels og Nikolinu Midjord á skránni, har tey bæði fara at spæla spildurnýggju útgávuna “Leonard Cohan tulkingar”. Hetta eru sangir, ið Niels Midjord hevur tulka til føroyskt frá serstaka canadiumanninum, Leonard Cohen.

Kostnaður 100,- og atgongumerki kunnu einans keypast við dyrnar.

Her er skrá til Varmakeldu ’13 og Føroya Regatta:http://www.facebook.com/events/118806114956475/

Mentanarhúsið og Varmakeldunevndin