Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útgávukonsert

Oliver Joensen

Leygardagin tann 9. januar kl. 16:00 verður hugnaliga Spaniastova í Klaksvík karmur um tí næstseinastu av teimum 6 útgávukonsertunum hjá Jógvani Joensen. Spildurnýggja EP útgávan hjá Jógvani, “Love That You Love”, kom út tann 3. desember 2015, og hesa vikuna ferðast Jógvan saman við sínum tónleikarum kring Føroyar, fyri at vísa nýggju fløguna fram á palli.

Tónleikararnir sum upptraðka saman við Jógvani eru:

Andreas T. Restorff, cello

Maria Ljósá, sang

Per I. H. Petersen, slagverk

Kostnaðurin fyri atgongumerki er einans 100,- og kann keypast við dyrnar ella bíleggjast á tlf. 457151.