Aftur hetta vikuskiftið verða útgávukvøld í samband við at Svein í Prestgarði gevur út nýggja fløgu
Aftur hetta vikuskiftið verða útgávukvøld í samband við at Svein í Prestgarði gevur út nýggja fløgu við heitinum Minst til Hann elskar teg.
Hetta er onnur fløga frá Svein, eins og hin fyrra, so er henda innspæld í Crossroads Studio í Arden NC.
Hetta vikuskiftið verða útgávukvøld á fylgjandi støðum:
Fríggjakvøldið 28 okt. kl 21 í Sørvágs Skúla.
Leygarkvøldið 29 okt. kl 20 í Mentanarhúsinum, Fuglafjørð.
Sunnukvøldið 30 okt. kl 19 í Deplinum, Skálavík.
Ókeypis atgongd øll kvøldini. Møguleiki verður at ogna sær fløguna.




