Fólkaflokkurin vil at útgjaldið úr Samhaldsfesta verður hækkað!
Hetta hevði komið væl við hjá pensiónistum. Harafturat vilja vit hava pensiónsreformin lagdan fram á Tingborð, so vit kunnu tryggja øllum eina góða pensión, eina pensión sum fólk, saman við arbeiðsgevara, sjálvi gjalda ígjøgnum sítt arbeiðslív. Hetta er neyðugt at fáa framt og hetta er tað einasta rætta at gera og hetta hevur fólkaflokkurin arbeitt fyri uttan at meiriluti á Tingi, hevur verið fyri hesum. Tíbetur sær út til at nú er politiskur vilja at gjøgnumføra henda so nógv umtalaða pensiónsreform.
Nei Eyðgunn – Fólkaflokkurin gevur hvørki tóm lyfti ella sendir tómar ballónir í luftina (hvussu ger man tað???)
Fólkaflokkurin fer at gera tað hann kann fyri at hækka útgjaldið á Samhaldsfasta – men eg eri bara harmur um at Eyðgunn Samuelsen setur í hálsin tá talan er um at lætta um hjá pensiónistum, tað skuffar meg
Jákup Mikkesen




