Tá ið á leið allir húsvognarnir, sum ætla sær norður á SF, eru komnir, verða 300 vognar ella meira.
Tá ið á leið allir húsvognarnir, sum ætla sær norður á SF, eru komnir, verða 300 vognar ella meira.
Nú eru komnir knappliga 200 vognar, og 130 á stóra kampingøkið. Á stóra kampingøkinum á Sandinum er pláss fyri 160 húsvognum. Hinir búleikast í smærri økjum kring býin, so tætt Summar Festival økinum sum møguligt.
Samskiparin fyri kampingvognarnar, Jóhann Petur Jakobsen, sigur at tey hava havt úr at gera.
– Í royndum er ikki loyvið at koma á økið fyrr enn mánadagin, men longu sunnukvøldið høvdu nakrir vognar sníkt seg inn á økið, uttan loyvið. Tískil hava vit verið í gongd síðani sunnukvøldið, siga arbeiðandi á stóra kampingøkinum.
Í løtuni arbeiða tey á økinum við at leggja skerv, tí lendið er vorðið so vátt seinastu dagarnar av regni. Tíanbetur lovar hann betri veður komandi SF-dagarnar. Tað hevur kampingøkið brúk fyri nú.




