Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úti við 3000 dáma Norðlýsið

Danial Viðoy

GÓÐAN MORGUN: Men nakrir tumlar afturat skaða ikki. – Í hesum tumladøgum er vanligt at geva hvør øðrum ein tummil ella eitt ”like”.

GÓÐAN MORGUN: Men nakrir tumlar afturat skaða ikki. – Í hesum tumladøgum er vanligt at geva hvør øðrum ein tummil ella eitt ”like”.

2.906 tumlar hevur Norðlýsið fingið fyri sína Facebook-síðu. Facebook er fram um allar miðlar, ein máttarmiðstøð fyri tíðindi. Tískil er ikki undarligt, at Norðlýsið á sinni eisini leitaði sær á Facebook.

Tað er eisini nógv lættari at klikkja seg inn á Facebook um morgnarnar, ístaðin fyri ein kaga.

Tvær flugur við eitt smekk

Men um viðkomandi hevur givið síðuni hjá Norðlýsinum á Facebook ein tummil – uppeftir altso, kunnu tíðindi um útróðrartúrar, feskasta innan fótbóltin og nógv annað gott stinga seg uppí millum. – Tvær flugur við eitt smekk!

Tað eru meira enn knappliga 3000 fólk í Føroyum og tað eru meira enn 3000 fólk í Norðoyggjum. Tað er tískil pláss fyri nøkrum tumlum afturat. Gerið so væl, onnur, sum eisini vilja hava Norðlýsið á Facebook.

GEV EIN TUMMIL HER (y)