Stórar larmandi maskinur, teldur, ljós og blunk!
Týsdagin vóru nøkur sera fitt børn frá Útibarnagarðinum í Grøv á vitjan á Tekniska Skúla.
Øll hildu, at tað var øðiliga spennandi. Langar gongdir at renna í, larmandi maskinur, massar av teldum og so alt tað sum lýsir og blunkar! -Ikki minst sunkist og tey heimagjørdu bommini frá HT´arunum.




