Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útigudstænasta á Húsum

Tíðindi

Í góðveðrinum á Húsum seinnapartin í dag, varð avrátt at fara út at hava gudstænastuna og eydnaðist hetta avbera væl. Fitt av fólki var savnað hesa løtuna. Beinkir vórðu settir upp uttanfyri bygdarhúsið, og í durinum sat urguleikarin og spældi til sálmasangin. Tá ið lotið kendist kalt, vórðu nakrir barnasangir sungnir og rørslur afturvið, so hiti kom aftur í kroppin. Løtan var væleydnað. 

Eftir gudstænastuna var boðið inn í bygdarhúsið til væl dekkað nátturðaborð við góðum viðskera.