Sunnudagin 14. august kl.14.00 verður skipað fyri útigudstænastu í Gjónni við Gjógv.
Emil Olsen, prestur, skipar gudstænastuna, meðan Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, prædikar.
Umframt felagssálmasangin fer Vestmanna Sangkór stjórna av Benjamin Gaasedal, at syngja undir gudstænastuni. Urguleikari verður Gudmundur Mortensen.
Eingin gudstænasta verður tí í Gjáar kirkju henda dagin.
Í sambandi við útigudstænastuna verða litaðu ljósini í Gjónni tendrað í vikuskiftinum.




